Demokratia búmerki
Ann Sigurdsdóttir Anthoniussen
Uttanflokkalisti
Javnstøða
Vinna
Trivnaður

Eg eiti Ann Anthoniussen, og eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið í Sjóvar kommunu 2024.

Eg eri uppvaksin her í Sjóvar kommunu og eri nú búsitandi á Strondum. Saman við Allan eiga vit trý deilig børn, Aron 14 ár, Gabriel 8 ár og Miriam 6 ár. Síðani vit fluttu heim úr Danmark í 2022, havi eg starvast sum kundaráðgevi og sitið sum forkvinna í starvsfólkafelagnum á Føroya tele, og samstundis siti eg eisini sum álitisfólk í starvsfelagnum.
Tað er ein týdningarmikil avgerð, vit skulu taka, tá ið vit velja, hvørja leið okkara kommuna skal fara. Hetta snýr seg ikki bert um at velja eitt valevni, men hetta snýr seg um at velja eina framtíð, har trivnaður, vinnulív og býarmenning ganga hond í hond.


Míni hjartamál eru:


Trivnaður
” Trivnaður er grundarlagið fyri einum vælkoyrandi samfelag. Eg haldi, at Sjóvar kommuna skal seta trivnaðin í hásæti. Hetta snýr seg um at skapa tryggar karmar fyri allar borgarar, óansæð aldur ella bakgrund. Vit skulu tryggja, at okkara grønu økir eru atkomulig og innbjóðandi, og at tað eru hentleikar til aktivitetir fyri børn, ung og vaksin”.


Vinnulív
”Eitt sterkt vinnulív er lykilin til vøkstur og til fleiri arbeiðsmøguleikar í kommununi. Tí skulu vit eisini leggja dent á at vekja áhugan hjá nýggjum fyritøkum at staðseta seg í Sjóvar kommunu, soleiðis at vit kunnu tryggja fleiri arbeiðspláss og fíggjarligan vøkstur í framtíðini”.


Menning
”Okkara kommuna hevur fleiri menningarmøguleikar, og tað skulu vit gagnnýta. Vit skulu vera ein kommuna, har tað er pláss til nýskapan og nýhugsan, men samstundis varðveita og verja okkara mentan og søgu”.


Latið okkum saman skapa ein bý, har trivnaður, vinnulív og menning ganga hond í hond. Velja tit meg, so veit eg at eg vil arbeiða hart fyri at menna og skapa eina spennandi framtíðarætlan í Sjóvar kommunu.
Eg ynski ikki at tit skulu stemma á meg einans tí, at eg eri ein kvinna, men tit skulu seta tykkara stemmu á meg, um tit halda meg vera føra fyri at sita í bygdaráðnum. Eg haldi tó avgjørt, at við javnstøðu fáa vit allar best úrslit, tí uttan javnstøðu kanst tú ikki fáa hesar fjølbroyttu hugsanir inn sum eru alneyðugar. Eg havi tí eina stóra vón um, at vit nú eisini kunnu fáa kvinnur inn fyri at umboða Sjóvar kommnunu.


Ann Anthoniussen – Valevni á lista A

Ann Sigurdsdóttir Anthoniussen