Demokratia búmerki
Ann Mari Nolan
Uttanflokkalisti
Ítrótt
Trivnaður
Busssamband
Hundafríøki


Skipanes · 47 ár · Námsfrøðingur 
Mítt nummar: 266308

Eg eri uppvaksin á Skipanesi og eigi tvey børn Liaghm 19 og Kira 16 ár. Eg fekk lokið prógv sum námsfrøðingur í 2023 og starvist í løtuni í Almannaverkinum.

Vit hava í eitt longri tíðarskeið búð í Australien og er tað eisini við til at mynda mín samleika.
Eg vil lýsa meg sjálva sum eina jagliga, sjálvstøðuga og arbeiðsama kvinnu.
Vit mínum royndum uttanlanda kann eg koma við einum fjølbroyttum og øðrvísi íkasti til kommununa.

Eingin loyna at ítróttarfelagið NSÍ er eitt av mínum hjartamálum. Eg havi brúkt óteljandi tímar í felaginum, bæði sum leikari, venjari, nevndarlimur og hjálparfólk.
Eg ynski at arbeiða við trivnaðinum við Løkin, so sjálvandi má eitt ítróttarhús raðfestast.

Sum borgari, ið býr á Skipanesi brúkið eg nógva tíð í bili fyri at eg og míni børn kunnu fara t.d. til ítrótt og onnur tiltøk, so ein bussleið ímillum bygdirnar hevði verið eitt mál eg hevði arbeitt fyri.

Runavíkar kommuna skal eisini verða eitt stað har øll skulu hava møguleika at trívast, eisini djórini. Tað eru nógvir hundaeigara í kommununi, ið fegin høvdu vilja havt eitt samlingstað, har hundarnir kundu spælt.

Tí er eina hundapark í økinum, eisini eitt av mínum áhugamálum.

Ann Mari Nolan