Demokratia búmerki
Liljan Weihe
Tjóðveldi
Umhvørvið
Eldraøkið
Familjan
Bústaðarmøguleikar
Mentan
Vinna
Ítrótt
Dagstovnaøkið
Frítíðartilboð
Serøkið
Ferðavinna

FAMILJUNNAR HAVN

Eg ynski mær eina kommunu, sum setur familjuna fremst. Tað skal vera trygt, gott og mennandi at vaksa upp í Tórshavnar kommunu, foreldur skulu hugagóð kunna koyra teirra børn á stovn og eldra ættarliðið skal vita, at tilboð eru til teirra, um tørvur verður á tí.

Seinastu tvey árini havi eg verið løgtingskvinna og stórtrívist í politikki – og bjóði meg tí fram í býráðspolitikki eisini.

Eg síggi bara fyrimunir við at sita á Løgtingi og í býráðnum í senn. Nógv markamót eru millum land og kommunur, serliga tá tað kemur til míni hjartamál: barnaverndarøkið, dagstovnaøkið, almannaøkið og eldraøkið. Men eisini, tá tað snýr seg um ferðavinnu, skapandi vinnur, mentan, ítrótt og skúlaøkið.

Í Tórshavnar kommunu vil eg:

·       Lyfta dagstovnaøkið. Børn og starvsfólk skulu trívast og mennast við hægri normering, áliti og ábyrgd

·       Økja játtanina til børn við serligum tørvi

·       Skapa góð frítíðartilboð til okkara børn og ungu

·       Tryggja virðilig og virkin eldraár

·       Menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað

·       Eggja til útilív í reinum og grønum umhvørvi

·       Stimbra skapandi vinnur og mentanarlív

·       Stuðla ítrótti og felagsskapum

·       Menna burðardygga ferðavinnu í allari kommununi, alt árið

Eg fegnist stórliga um bæði nýggju stórhøllina og svimjihylin, sum lata upp í næstum. Næst á listanum eigur at vera eitt barnamentanarhús, upplivingardepil og rørsluumhvørvi á Bacalao!

Og sjálvsagt skulu burðardygd og javnstøða vera ein fastur lutur í øllum politikki hjá Tórshavnar kommunu.

Tit frætta meira um hetta og mangt annað á facebook og instagram vangunum hjá mær.

www.facebook.com/liljan.weihe

www.instagram.com/liljanweihe

Liljan Weihe, valevni hjá Tjóðveldi í Havn

Liljan Weihe