Eg eiti Ásla Leila Johansen og bjóði meg fram aftur til kommunuvalið í Vága kommunu.
Eg havi sitið í býráðnum seinastu fýra árini, og havi eg verið við til at fingið fleiri mál ígjøgnum. Enn eru tó fleiri mál, sum ikki eru gjøgnumførd og sum eg veruliga ynski at sleppa at halda áfram at arbeiða við komadi fýra árini.
Sum kvinna, mamma og borgari, havi eg eitt brennandi ynski um at gera mun har, sum eg eri fødd og uppvaksin. Eg búgvi í Miðvági saman við mínum maka og okkara trimum børnum, og mín hjartamál er at skapa eina sterka og vælvirkandi kommunu, ið er góð hjá mínum børnum at vaksa upp, og har vit øll trívast. Mín visjón fyri Vága kommunu er at leggja dent á trivnað og samanhald – bæði fyri børn, ung og tey eldru.
Eg ynski at arbeiða fyri einum barna-, ungdóms- og eldraøki, har fyribyrgjandi tiltøk, mentan og felagsskapur eru í miðdeplinum. Hetta merkir eitt trygt og stimbrandi umhvørvi, har vit fokusera á at bjóða dygd í okkara tænastum, bjóða heilsugóðan mat í dagstovnunum/skúlanum og virka fyri einari sunnari heilsu, eisini mentalari.
Eg ynski eisini at arbeiða fyri at styrkja og menna ferðavinnuna í kommununi. Ferðavinnan gevur okkum møguleikan at vísa okkara vakra náttúru og ríkidømi fram, samstundis sum hon kemur við einum góðum íkasti til kommunukassan. Við einari burðardyggari tilgongd til ferðavinnuna kunnu vit skapa upplivingar, ið gagna bæði borgarum og vitjandi, uttan at hetta gongur út yvir okkara náttúru og dagliga lív.
Eisini brenni eg fyri tryggari ferðsluviðurskiftum í kommununi. Tað er týdningarmikið, at borgarar kenna seg trygg í ferðsluni. Eg vil arbeiða fyri betri infrakervi, serliga við atliti at gongu- og súkklubreytum, betur merktum vegum og tryggari farleiðum. Tað er umráðandi at skapa eitt umhvørvi, har vit øll – serliga børn og eldri – kunnu flyta okkum trygt og ómakaleyst.
Eg havi drúgvar royndir innan barna- og ungdómsøki og ein búskaparligan førleika við serkunnleika innan bankavirksemi og tryggingar. Hetta gevur mær førleikan at arbeiða fyri burðardyggum og fíggjarliga skynsomum loysnir, ið skapa varandi broytingar í kommununi. Eg trúgvi á týdningin av góðum samstarvi tvørtur um ymiskar yrkisbólkar og millum myndugleikar, so vit øll kunnu vinna fram við loysnunum. Eg ynski eina Vága kommunu, har øll – bæði ung sum gomul – fáa tann stuðul og tær tænastur, ið tey hava tørv á. Tað er mín fasta sannføring, at við samanhaldi, samstarvi og einari greiðari visjón kunnu vit byggja eina betri kommunu saman.