Demokratia búmerki
Edith í Trøðini
Javnaðarflokkurin
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Skúlamál
Vetrarfriðing
Vegagerð
Hundafríøki

Hey vágbingar
Nú tað stundar til kommunuval, havi eg valt at stilla upp fyri lista C.
Eitt sindur um meg: Eg eiti Edith í Trøðini og eri 34 ár. Eg eri uppvoksin í Vági, og eftir nøkur ár norðanfyri fluttu eg, sjeikurin og okkara børn suður aftur til Vágs.
Eg eri útbúgvin heilsuhjálpari og havi arbeitt innan eldraøkið í uml. 12 ár, tey seinastu fimm árini hjá Bú- & Heimatænastuni.
Ikki kann sigast annað, enn at tað er gott at búgva í Vági. Til dømis hava vit nógv góð frítíðartilboð til børn og ung, og eisini til okkara eldru borgarar.
Hóast hetta eru ymisk viðurskiftir, ið vit eiga at arbeiða við, soleiðis at vit fáa eina enn betri kommunu fyri okkum øll at búgva í.
Upp undir valið fari eg at leggja ymiskt út, sum eg brenni fyri.
Her eru nøkur av mínum hjartamálum:
• Størri starvsfólkanormering innan eldraøkið.
• Hundafríøki.
• Vetrarfriðing.
• Skúlin skal raðfestast.
• Bústaðarviðurskiftir.
• Arbeiða víðari við at dagføra vegir.
Edith Holm í Trøđini
Valevni fyri lista C

Edith í Trøðini