Demokratia búmerki
Eir Jógvansdóttir Norðberg
Uttanflokkalisti
Bústaðarmøguleikar
Samstarv millum bygdir
Vetrarfriðing
Samanlegging
Grundstykkir
Spælipláss

Navn: Eir Jógvansdóttir Norðberg


Kommuna: Hvalbiar kommuna


Borgarligt starv: Undirvísari á Heilsuskúla Føroya


Eg havi verið forkvinna í Trivnaðarnevndini, sitið sum kommunuumboð í Skúlastýrinum og foreldraráðnum á dagstovninum ‘Brosinum’ í tvær býráðssetur (8 ár).


Tað besta við at hava ávirkan á, hvussu kommunan verður stýrd og arbeiða við mínum hjartamálum, sum eru at skapa trivnað og menning í kommununi okkum øllum at frama.


Tað er serliga á trivnaðarøkinum, at eg føli at eg havi gjørt mun, so vit fáa børn, ung og familjurnar at trívast og støðast í okkara kommunu. Men eg ynski sjálvsagt, at øll skulu trívast og kenna seg væl í okkara kommunu; eisini eldra ættarliðið.


Míni hjartamál eru at raðfesta tey bleytu virðini hægri. Eg haldi, ein kemur longst, um tann einstaki borgarin følir seg sæddan, hoyrdan og virdan. At arbeiða av øllum alvi fyri at menna Hvalba, Sandvík og Nes, so fólk vilja flyta til okkara deiligu kommunu. 


Hetta við at seta tey bleytu virðini á skrá; her hugsi eg um at seta tiltøk og verkætlanir í gongd, sum eru við til at skapa trivnað og menning. q


Eg havi og fari framhaldandi at raðfesta Hvalbiar skúla høgt. Har eru fleiri ábøtur gjørdar, og enn liggja nakrar til framtíðar íløgur. Eisini eru fleiri smá "trivnaðarátøk", sum hava havt sera jaliga ávirkan. Eg kann nevna árligu Páskareggjaveiðuna, gávur til hvørt húsarhald á jólum, og vit eru við í átakinum "ABC fyri sálarliga heilsu" við einum dugnaligum samskipara á odda.  


Eg ætli mær serliga at arbeiða víðari við hesum málum í komandi setu?


- At útvega grundstykkir.
- At uppraðfesta og útbyggja okkara spælipláss og fríøkir, bæði í Hvalba, Sandvík og í Nesi. 
- At arbeiða móti at finna eina loysn uppá seyðin í bønum vetrarhálvuna.
- At arbeiða fyri, at okkara eldri borgarar fáa betri umstøður at búgvi í. 
- At arbeiða fyri, at okur fara í eitt konstruktivt samskifti við allar kommunurnar í oynni um betri samskifti og samstarv, sum við tíðini fer at hava við sær eina samanlegging av allari Suðuroynni.


Eg ynski at gera mun og hava ávirkan; tí havi eg stillað upp. Eg havi framvegis nógv uppá hjarta og brenni fyri at geva mítt jaliga og positiva íkast til menning og enn betri trivnað í Hvalbiar kommunu.

Eir Jógvansdóttir Norðberg