Uppstillað í Vágs kommunu
Eftir áheitan havi eg valt at bjóða meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið 12. novembur 2024.
Eg eiti Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo, eg eri 33 ár, fødd og uppvaksin í Vági. Eg eigi ein son, Terji, sum er 12 ár.
Í 2011 bleiv eg útbúgvin heilsuhjálpari, og eftir tað starvaðist eg innan eldraøkið. Tá námsfrøðihjálparaútbúgvingin kom á heilsuskúlan í Hovi í 2020, valdi eg at taka mær tað útbúgvingina, og bleiv eg liðug summarið 2022. Síðani tá havi eg starvast í Frítíðarskúlanum hjá Vágs kommunu. Ìtróttur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi. Pápi mín spældi fótbólt, var venjari og róði kapp. Systkini hjá mær hava altíð spælt hondbólt og fótbólt, og hóast eg ikki var virkin á vøllinum, so havi eg altíð dámt væl at rætt eina hjálpandi hond uttanfyri vøllin, og tá eitt hvørt hevur verið í bygdini. Sonurin hjá mær hevur eisini spælt fótbólt og hondbólt og svimur við Susvim og rør í Vágs Kappróðrarfelag. Eg havi eisini verið virkin í Vágs Kappróðrarfelag, har eg havi verið róðurskvinna. Vit eru sera glað fyri at vera partur av hesum felagsskapum. Eg eri errin av at vera vágbingur, í Vági er gott at vera, og tað skal tað framvegis vera.
Tað sum eg ætli mær at arbeiða við, um eg veri vald er. * Børn og ung * Eldraøkið * Skúlin * Ítróttur * Frítíðar- og mentanartilboð
Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo Valevni á Lista C.