Demokratia búmerki
Hildigerð Djurhuus
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Skúlamál
Samanlegging

Saman; ikki hvør sær!
 
Eg eiti Hildigerð Djurhuus, og havi eg sitið í bygdaráðnum í Sands kommunu farnu 4 árini. Hetta hevur dámt mær væl, og har havi eg verið forkvinna í Umhvørvis- og mentanarnevndini, limur í Teknisku nevnd og eisini limur í Havna nevndini. Umframt hetta havi eg farnu 4 árini verið forkvinna í skúlastýrinum fyri Sandoyar Meginsskúla.
Eitt mál, sum vit í Sandoyar sýslu eiga at arbeiða við, er kommunusamanlegging. Sýslan er lítil, og krøvini gerast alt størri og størri.
Vit hava sum er, samstarv um Sandoyar Meginskúla, Økistænastuna og Læknamiðstøðina. Felags fyri hesi kommunalu samstørv er, at tað ikki er ein sjálvfylgja, at kommunustýrislimir hava alla neyðuga vitan, og tá kann verða trupult at viðgera peningaliga játtan, og tí kann hetta gerst í so stirvið.
Vit hava arbeitt við einari ætlan um at út- og umbyggja Meginskúlan, men tað gongur sera seint, tí endaliga avgerðin liggur ikki á einum staði, men runt oynna. Og her eru 4 bygdaráð, sum skulu verða samd. Til tíðir, haldi eg, at tað sýnist sum um, tað ikki er so lætt at brúka nógvan pening uttanfyri sítt egna kommunumark, men skúlan mugu vit raðfesta, tað kemst ikki uttanum, eitt gott skúlatilboð mugu og skulu vit hava.
Eldraøkið er sera trupult hjá vanligu kommunustýrislimunum at fáa innlit í, tí har er avgjørt við lóg, at stýrið er mannað við borgarstjórunum. Í prinsippinum skal vanligi bygdaráðslimurin bara viðgerða peningaliga játtan til økið. Verður sýslan ein kommuna, so er ikki neyðugt við einum stýri í Økistænastuni.
Øll hesi samstørv skulu umsitast, og tað tekur bæði tíð, og hetta kostar óneyðugan pening.
Sum er, eru 5 kommunur í sýsluni við 5 borgarstjórum, og 5 umsitingum, sum við einari kommunusamanlegging, sjálvandi hevði verið minkað til 1 borgarstjóra og eina umsiting.
Hevði øll sýslan verið løgd saman til eina kommunu, hevði tað latið seg gjørt at havt eina veruliga umsiting við vikomandi kunnleika innan tey økir, sum tørvur er á, sum t. d. fíggjarleiðara, tekniskan leiðara og leiðara fyri sosiala økið.
Sjálvandi skulu vit verða saman; ikki hvør sær!
X við Hildigerð Djurhuus á lista C

Hildigerð Djurhuus