Uppstillað í Sunda kommunu
Eg eiti Asta Abrahamsen og eg búgvi í Streymnesi saman við unnusta mínum. Saman eiga vit trý børn, 8, 5, og 1 ára gomul.
Eg eri útbúgvi sølufólk og arbeiði sum sølufólk í byggibúðini hjá Borg.
Eg haldi, at grundvirðini eru gloymd, í hvussu er hava tey ikki verið raðfest nóg høgt.
Eg vil verða við til at skapa tryggar karmar hjá øllum borgarum at ferðast í kommununi, um tað er til gongu ella í bili.
Eg vil at allir borgarar í kommununi skulu hava eina rødd og kenna seg hoyrdar. Eg vil hava opinleika og gjøgnumskygni. Tí ynski eg at tað verður skipað fyri borgarafundum í øllum bygdunum, soleiðis at allir borgarar hava møguleika at koma til orðanna. Tað skal miðlast út til borgararnar, hvat hendur, og hvat kemur at henda. Eg ynski, at ein faldari verður gjørdur og givin til allar nýggjar borgarar í kommununi, har borgarin fær kunning um, hvat hann skal hugsa um í samband við flyting, og eisini hvat fyri tilboð eru í kommununi, alt frá frítíðarvirksemi til, nær ruskplássi er opið.
Vatnleiðingar og spillvatnsskipanir mugu fáast í rætt lag, tað kann ikki verða rætt at borgarar skulu finna seg í kloakklukti, og samstundis drekka vatn sum sær út, sum tað hevur verið drukkið fyrr.
Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið 2024, tí eg føli, at eg kann gera mun.