Demokratia búmerki
Kathrina Joensen
Uttanflokkalisti

Eg eiti Kathrina Joensen og stilli upp til kommunustýrisvalið í Skopun nú 12. november 2024. Eg eri fødd og uppvaksin í Skopun í fimti og seksti árunum.

Aftan á lokið realprógv gekk leiðin á Føroya Læraraskúla. Eg fekk læraraprógv í 1977, og søkti alt fyri eitt starv. Eg søkti starv á Argjum og í Skopun. Eg fekk starvið í Skopun.

At koma aftur til Skopunar var sum at flyta aftur í tíðina. Skúlin var lítið og einki broyttur, síðan eg gekk har.  Har vóru tveir lærarar umframt meg. Broytingin hjá mær kom um aldarskiftið, tá eg var vald inn í kommunustýrið á listanum hjá borgarstjóranum. Hann var eisini sera áhugaður í at bøta um korini hjá børninum.

Fyrst kom nýggjur barnagarður, síðan kom nýggjur skúli. Eg varð sett sum fyrstilærari í 2006 av fyrrverandi floksfelaga mínum á læraraskúlanum Jógvani á Lakjuni, sum um hetta mundi var landsstýrismaður í mentamálum. Starvið sum fyrstilærari røkti eg til í 2020. Í kommunustýrinum sat eg  tríggjar setur, tvær av teimum sum varaborgarstjóri. Tað ræður um at hava ávirkan.  Í 2016 varð nýggjur stásiligur skúli vígdur av Føroya Biskupi. Tá var eg fegin. Eg undirvísi partvís í skúlanum enn.

Tað er týdningarmikið, at kvinnur - eins væl og  menn –  spíla seg út og halda seg framat, har avgerðirnar verða tiknar. Kvinnur skulu útbúgva seg og stilla upp bæði til kommunuval og løgtingsval, um tær hava umstøður til tað, og ynski um ávirkan. Vit kvinnur duga eisini at vera politikarar.  Eg havi nógv hjartamál, sum eg fegin vil hava ávirkan á, tí stilli eg upp til kommunustýrisvalið 12. november 2024.

 

Kathrina Joensen