Demokratia búmerki
Kristina Mouritsen
Trivnaðarlistin
Vinna
Trivnaður
Ferðsla
Skúlamál

Uppstillað í Vága kommunu

 

Eg eiti Kristina Mouritsen, eri 27 ára gomul og eri uppvaksin og búðsitandi í Miðvági.
Eg havi eitt stórt hjarta fyri børnum, ungdómi og lærdómi, og tí valdi eg at útbúgva meg til
fólkaskúlalærara. Í summar tók eg prógv sum B. Ed á Fróðskaparsetri Føroya og starvist í dag sum lærari í
skúlanum á Giljanesi.
Eg stórtrívist í Vága kommunu, og eg vil fegin geva aftur við at nýta orku uppá at fjálga um trivnaðin í
kommununi.

Í frítíðini eri eg sera virkin á ymiskum økjum, serliga við sjálvbodnum arbeiði. Sum 18 ára
gomul fór eg fyrstu ferð upp í nevndararbeiði, tá sum nevndarlimur í Miðvágs Róðrarfelag. Í 2023 var eg við
til at endurstovna bygdafelagið Gleimur, har eg havi havt møguleika at skipa fyri og skapa karmar fyri
trivnaðartiltøkum og mentunarligum virksemi í kommununi. Umframt hetta, eri eg eisini virkin innan tónleik
og ítrótt.
Eg havi altíð havt stóran áhuga í politikki, og tí vil eg bjóða meg fram til kommunuvalið 2024.
Nøkur av mínum hjartamálum eru:
Ferðsluviðurskiftini:
Ferðsluviðurskiftini gjøgnum kommununa skulu betrast. Ferðsluætlanin skal endurskoðast, og átøk skulu
setast í verk soleiðis, at borgarar trygt kunnu ferðast í ferðsluni.
Skúlin:
Matarskipan skal setast á stovn, soleiðis at vit tryggja øllum skúlabørnum heilsugóðan mat hvønn dag.
Øll skúlabørn skulu koyrast til og frá skúla við skúlabussi.
Skúlasálarfrøðingur eigur at verða staðsettur á skúlanum og skal vera tøkur til øll børn.
Gongd eigur at setast á 3. byggistig í valskeiðnum.
Trivnaður:
Hjartað og sálin í eini og hvørjari kommunu fer altíð at vera tey sjálvbodnu og eldsálirnar. Tí skal kommunan
vera ein hollur viðspælari og ganga á odda fyri at skapa bestu karmar fyri ítróttin, mentan, trivnað, trúðarlív
og aðrar áhugafelagskapir, sum eru við til at skapa samanhald og trivnað í kommununi.
Vinnulív:
Vinnan skal hava bestu karmar at virka undir. Havnaøkið skal útbyggjast, og íðnaðarøki skulu vera klár at
taka ímóti vinnufyritøkum.

Kristina Mouritsen