Demokratia búmerki
Rebekka Kallsoy
Uttanflokkalisti
Bústaðarmøguleikar
Havnalagið

Hey eg eiti Rebekka Trúgvadóttir Kallsoy, eri 29 ár og búgvi á Eiði saman við míni familju.
Eg eri útbúgvin hárfríðkari, men starvist nú sum Námsfrøðiligur stuðul.


Eiðis kommuna er ein góð kommuna at búgva í, tó kann ymiskt gerast betur, og tað vil eg gjarna bjóða meg fram til at seta í verk.
Eg vil arbeiða fyri bústaðarmøguleikum til familjur og ung.
At eldri við skerdum førleikum kunnu fáa íbúðir, sum eru tilknýttar heilsuhjálp.
At skapa karmar fyri tey ymsku frítíðarítrivini, sum kommunan hevur at bjóða.
Skapa karmar fyri góðum trivnaði hjá øllum í kommununi, ung sum eldri.
Havnaøkini í kommununi skulu ruddast, skipast og vegir bøtast, so tað eru betri viðurskiftir hjá vinnum og borgarum.

Rebekka Kallsoy