Demokratia búmerki
Malan á Dunga
Kommunulistin
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Dagstovnaøkið
Fíggjarviðurskifti

Uppstillað í Tórshavnar kommunu

 

Uppgávan er at fáa mest vælferð burturúr pengunum hjá skattgjaldarunum. Tað skal vera betri javnvág í, hvørji øki í kommununi verða raðfest, og vit mugu tryggja betri gjøgnumskygni í penganýtsluni hjá Tórshavnar kommunu.

Tað skal vera liviligt hjá fólki í øllum aldursbólkum, og tí er eisini neyðugt við hægri raðfesting av eldraøkinum. Bústaðartrotið er ein stórur trupulleiki, og her eigur kommunan at spæla ein aktivari leiklut í at loysa bústaðartrupulleikan. Eg vil raðfesta at betra umstøðurnar á teimum mest átroðkandi økjum. So tað eg vil arbeiða fyri, um eg verði vald, er: - dagstovnaøkið - eldraøkið og - bústaðartrotið

Eitt sindur um meg sjálva: Eg eri 37 ár og eri uppvaksin í Havn. Eri fyri kortum flutt heimaftur aftan á nógv ár sum útiseti. Búgvi saman við damuni og okkara tveimum dreingjum Yviri við Strond í Havn. Eri útbúgvin búskaparfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og havi eina diplomútbúgving í leiðslu. Eg meini, at tað er umráðandi at fleiri kvinnur bjóða seg fram har avgerðir verða tiknar, tí javnstøða kemur ikki av sær sjálvum – tí bjóði eg meg fram.

Malan á Dunga