Demokratia búmerki
Elinborg Christel Mortensen
Felagslistin

Góðu borgarar í Tvøroyrar Kommunu!

Jeg eiti Elinborg Christel Mortensen, og havi jeg gjørt av at stilla upp til kommunuvalið 12. nov. 2024 á felagslistanum - lista T.

Jeg eri 46 ár, fødd og uppvaksin her á staðnum. Sum 22 ára gomul flutti jeg til Danmarkar at nema mær útbúgving sum laborant. 12 ár seinni í 2012, eina útbúgving og 2 børn - 2 dreingir - seinni, vendi jeg heimaftur til eitt starv her á staðnum sum góðskueftirlit á Varðin Pelagic.

 Stutt eftir funnu Petur Mortensen og jeg saman, og í dag eru okur bæði gift og eiga eina dóttir saman.

Eftir serligar umstøður fyri nøkrum árum síðani vildi tað so til, at jeg eitt sindur tilvildarliga varð spurd, um jeg ikki hevði hug at arbeiða á Posta sum postboð, og har eri jeg enn meira enn 4 ár seinni. Fríska luft og motión fleiri ferðir um vikuna er gott fyri likam og sál.

Frá barnsbeini av hevur ítróttur altíð sett dám á mítt lív. Tað er næstan nemmari at nevna tær ítróttargreinar, jeg IKKI havi íðkað. Seinastu árini havi jeg tó verið darvað av skaðum, men so havi jeg lagt meg eftir nevndararbeiði og at virka sum venjari. Í nógv ár havi jeg sitið í starvsnevndini hjá Borðtennissambandi Føroya, og har eri jeg enn. Eitt tíðarskeið sat jeg sum forkvinna. Í dag eri jeg BARA virkin innan borðtennis og einamest sum venjari hjá ungdóminum í TBF - Tvøroyrar Borðtennisfelag. Og tað er ein frægd at fara til venjing og síggja vaksandi talið og menningina hjá hesum mongu íðkarunum, sum nokk er ein gleðilig avleiðing av tí breiða samstarvinum, TBF hevur við feløg aðrastaðni í oynni.

So ja her trívast okur, og her ynski jeg at arbeiða fyri trivna, samanhaldi og menning.

Líka síðan eg flutti heimaftur í 2012, havi eg fylgt rímuliga væl við í, hvat fyrigongur í mínari kommunu. Okkurt er ein samdur í, okkurt annað er ein ja minni samdur í, tað vil so vera. Men nú havi eg so valt at stilla upp til kommunuvalið, tí eg kundi hugsað mær onkrar broytingar á onkrum økjum, menning á øðrum og so kanska vísa mína sterku meining á uppaftur øðrum øki, og soleiðis hava ávirkan á avgerðir, ið tiknar verða í kommunalum høpi. Eg spyrji ikki, hvat Tvøroyri kann gera fyri meg, men heldur hvat eg kann gera fyri Tvøroyri.

Næstu tíðina fram til valið fari jeg at vísa á míni hjartamál og greiða frá mínum hugsjónum.

Gott val til tykum øll.

Elinborg Christel Mortensen