Uppstillað í Fuglafjarðar kommunu
Navn: Sheila S. Sóldal
Útbúgving: Maskinsmiðjur + maskinist, Tyrluskipari, Sexolog
Arbeiði: Lærari TSK
Áhugamál: Menniskjað í síni heild og tess trivnaður, náttúra og tekniska øki.
Eri gift, eigi 5 børn og 2 hundar og brúki frítíðina til familjuna og í náttúruni. Hetta er
aðru ferð eg stilli upp, seinast bleiv eg fyrstvaldi eykalimur, og havi tí fingið eitt sindur av innliti í
kommuarbeiði- nokk til at vilja læra meira.
Eri útbúgvin innan mekaniska øki og havi lisið og starvast bæði her á landi og uttanlands -
men altíð aleina millum menn. Havi tí erfarið, at hóast bæði kynini hava somu útbúgvingar
og størv, so hugsa vit ikki líka. Tí er neyðugt, at eitt býráð er mannað av báðum kynum, so
javnt sum til ber, fyri at bestu avgerðir, øllum borgarum at frama, verða tiknar.
Míni hjartamál eru:
• trygd í ferðsluni
• at fleiri hagagøtur verða gjørdar í kommununi, serliga at Fuglafjørður og Kambsdalur fáa
trygga gongu- og súkklufarleið
• havnalagið hevur egnar fíggjarkarmar og hvílir í sær sjálvum
• greiðar reglur eru fyri bygging á havnalagi og vinnuøki, borgarunum minst møguligt at
ampa
• at ljóð-, ljós og náttúrudálking verður steðgað
• eldraøki fær hægri raðfesting og peningur settur av árliga til nýbygging
• óbygda fríøki norðan fyri Kirkjurygg verður til náttúrulund, og við tíðini nýggjan kirkjugarð - sum í útlondum, har ein kann stytta sær stundir í vøkrum friðsælum umhvørvi