Demokratia búmerki
Halla Herdalur Poulsen
Sambandsflokkurin
Umhvørvið
Javnstøða
Trivnaður
Vælferð
Ungdómsmál

Uppstillað í Tórshavnar kommunu

 

Hey, eg eiti Halla, og eg eri átjan ára gomul.

Eg stilli upp til kommunuvalið 2024 fyri Sambandsflokkin, tí eg meti at tey ungu mangla eina rødd.

Eg haldi tað vera sera umráðandi, at ikki bara ung, men ein kvinnulig rødd kemur til orðanna. Soleiðis at øll sjónarmið koma framat. Alt í alt fyri at skapa eina javnað umboðan í kommuni.

Í gerandisdegnum gangi eg á Glasi á triðja ári, har eg eisini eri næstforkvinna í Næmingaráðnum.

Sum ung fari eg á val fyri tey ungu, og raðfesti tey málini, sum eru tengd at okkum! Hjartamál míni fevna um trivnað og vælferð. Eg fari at leggja dent á bústaðarumstøðurnar, frítíðartilboðini og betri umhvørvisloysnir.

Halla Herdalur Poulsen
Starv
Lesandi