Uppstillað í Tórshavnar kommunu
1. Borgarin eigur kommununa. Saman gera vit góðar loysnir.
2. Eldraøkið má beinast á eina kós við smærri eindum. Fólk skulu stuðlast í at klára seg sum longst í egnum heimi. Eldraráðið eigur at verða ein partur av loysnini.
3. Dagstovnaøkið skal á rættkjøl. Økið má endavendast á nógvum mótum. Onkrar broytingar mugu tíverri bakkast aftur.
4. Kloakklukturin í býnum skal burtur. Hetta tekur nógv ár, pengar mugu setast av, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.
5. Ruskið má skiljast. Alternativið er at byggja nýggja brennistøð fyri 800+ mió.
6. Náttúran má verjast. Hon er orsøkin til, at vit liva og trívast her. Børnini, ommu- og abbabørnini skulu hava somu møguleikar, sum vit fingu.
7. Rúsevni eru ein risa avbjóðing. Trupulleikin veksur við rúkandi ferð. Landið eigur bóltin, men kommunan fær trupulleikan. Ungdómur MÁ beinast burtur frá hesum.
8. Ferðslan má skipast betur. Ferðslan skal verða trygg og glíða. Ljóskurvar hjálpa ikki. Tær støðga ferðsluni.
9. Bygging og útbygging skal vera skipað. Broyting av byggisamtyktum er bert sum undantak.
10. Mentan fyri øll og til øll. Mentan er ALT, sum vit gera, og allýsir okkum sum føroyingar og menniskju. Vit mugu hjúkla um eldsálirnar.
11. Frítíðarítriv og ítróttur fyri øll og til øll. Ítróttur og frítíðarítriv av øllum slag eru ein heilsugóð íløga fyri sál og sinn, sum skal stuðlast í allar mátar.
12. Eingin borgari uttan vinnulív, og einki vinnulív uttan borgara. Handlar, vinnulív og borgarar eru saman um kommununa
13. Rørslutarnað skulu lættari kunna flyta seg í býnum. Tað eru m.a. ov nógvir høgir kantar og ov fáar rampur.
14. Fyrisitingin skal kunna arbeiða eftir galdandi lógum og reglum. Nøkur fá privat áhugamál skulu ikki stýra fyrisiting og politikarum.
15. Parkeringstrupulleikin veksur allastaðni. Almennir stovnar og skrivstovur kunnu flytast niðan ímóti Ringvegnum. Tað lættir um trýstið inni í býnum.
16. Listafólk og listafak á altjóða støði. Yrkislistin skal stuðlast við hølum og oyramerktum studningi mentanarlívinum í høvuðsstaðnum at frama.