Uppstillað í Tórshavnar kommunu
BETRA NORMERINGINA Á ELDRAØKINUM.
Ein tann størsta avbjóðingin er manglandi normering. Vit hava brúk fyri fleiri starvsfólkum fyri at kunna veita ta neyðugu røktina og umsorganina. Betri normeringar er ein fyrimunur fyri tey eldru, sum fáa eina betri og tryggari røkt. Tað er harvið avgerandi, at tað verður visiterað eftir tyngd, so tað lættir um tungu arbeiðsbyrðina hjá starvfólkunum.
Eisini skulu øll starvfólk, sum vilja, sleppa at arbeiða fulla tíð. Tað kemur ov ofta fyri, at kommunan søkir eftir starvfólki til niðursettan brøk. Tað má ein gevast við. Tímaløntu hjálparfólkini skulu eisini fáa møguleikan at fáa fast starv, tá tey hava starvast eina tíð.
Víđlíkahald av bygningum og útgerð er eisini avgerandi. Okkara røktarheim skulu vera trygg og væl hildin, so bæði starvsfólk og búfólk kunnu kenna seg væl. Loftslyftur skulu vera í øllum kømrum á einum røktarheimi. Har eru dømir um hálvgjørdar loftslyftir, tí eingir pengar vóru eftir. Tað merkist haraftrat á kroppinum hjá starvfólkinum, sum skulu trilla búfólk á skeivum gólvum við kantum. Tí er tað týdningarmikið, at vit hava neyðugu fíggingina til at halda bygningarnar og lyftir í góðum standi.
At fáa hjálpitól skal vera nemmari og skjótari. Tað hevur nógv at siga, at mann hevur hjáptitólini til tíðina, og tá man skal brúka tey her og nú. Hjálpitól kunnu gera ein stóran mun í gerandisdegnum hjá bæði starvsfólkum og búfólkum, men ofta er tað ein drúgv og trupul tilgongd at fáa tey. Vit mugu gera tað lættari og skjótari at fáa neyðugu hjálpitólini.
Eldraíbúðir eru eisini týdningarmiklar. Eldraíbúðir geva teimum eldru møguleikan at búgva sjálvstøðugt, men við møguleika fyri hjálp, tá tørvur er á tí. Eldraíbúðir skulu byggjast runt um í kommununi. Eldru fólk skulu kunnu vera longst gjørligt heima – antin tað er í Havn ella á teimum smærri bygdunum í kommununi.
Sjálv eri eg útlærd sum heilsuhjálpari, og eg havi starvast sum heilsuhjálpari á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu yvir 10 ár. Eg fari at gera alt, sum eg kann, fyri at betra um umstøðurnar fyri okkara eldru borgarar og starvsfólk á eldraøkinum.
Vit hava øll eina ábyrgd at tryggja, at okkara eldru fáa ta røkt og umsorgan, tey hava uppiborið.