Man doyr ikki, um man ikki verður vald
Navn: Kristianna Winther Poulsen
Kommuna: Tórshavnar kommuna
Borgarligt starv: Løgtingskvinna og undirvísi á Glasi.
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: í Tórshavnar býráð síðani 2021, har eg eri forkvinna í Heilsu- og eldranevndini og í Vinnunevndini. Harumframt eri eg í Mentanarnevndini og í Trivnaðarnevndini, umframt í skúlastýrunum fyri skúlan í Hoyvík og fyri skúlan á Løgmannabreyt.
Havi verið í løgtinginum frá 2015 til 2019 og so aftur frá desember 2022. Har eri eg limur í Rættarnevndini.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At arbeiðið er ítøkiligt, fjølbroytt og læruríkt, og at avgerðir hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki. Eri so ómetaliga takksom fyri at sleppa at luttaka í politiska arbeiðinum fyri at menna høvuðsstaðarkommununa. At vera í Tórshavnar býráð er spennandi og avbjóðandi hvønn dag. Og har er NÓGV at seta seg inn í.
Mær dámar eisini væl at hoyra, hvat fólk halda um tænastur og skipanir í kommununi. Hvat eru tey nøgd við? Hvat eru tey ónøgd við? Ynskir og tørvur eru so ymisk, men eg royni at lurta, og eg ræðist ikki atfinningar. Og so minnist eg sjálvandi til, at tað er politikarin, sum er til fyri borgaran og ikki øvut.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Við at vera konstruktiv, samstarvsinnað og treisk kann man koma langt. Og man skal gloyma alt um at ‘pleasa’ ella at tekkjast, tó at vanligt kurteisni eigur at vera ein sjálvfylgja. Einki er so strævið sum fólk við konstantari gron. Man skal vera greið um síni ynski og so fara eftir hesum. Okkara kommuna er so stór, og tað er serliga í nevndunum, at tað ber til at gera mun.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Kommunan er ein risastór heild, saman sett av smærri økjum, og øll hesi økini skulu rigga, fyri at fólk kunnu trívast. So eg ynski eina kommunu, har arbeiði og frítíð kunnu ganga upp í eina hægri eind. Eldraøkið er stórt og lívsviktugt fyri eldri og avvarðandi, júst sum dagstovnaøkið er tað fyri børn og foreldur. Arbeiðsumstøðurnar fyri starvsfólk á hesum økjum skulu eisini vera góðar. Ferðavinna og upplivingar rúma nógvum og spennandi møguleikum. Umhvørvisvernd er neyðug, og so má eg nevna tey menniskju, sum eru flutt higar úr fjarskotnum londum. Teimum skulu vit taka væl ímóti.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Havi altíð havt áhuga fyri samfelagnum og verið provokerað av manglandi javnstøðuni í almenna rúminum, umframt at eg ikki havi verið bangin fyri at blanda meg uppí. So avgerðin hevði nokk verið leingi ávegis, tá eg stillaði upp fyrstu ferð. Hetta var til løgtingsval í 2011.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eri glað fyri, at nýggja røktarheimið nú er klárt at bjóða út. Eri eisini glað fyri nýggju Stórhøllina og allar teir møguleikar, sum eru við henni, bæði innan ítrótt og at kunna hava stór tiltøk, sum eru umráðandi fyri ferðavinnuna og tænastuvinnurnar í kommununi. So eru tað umvælingar og útbyggingar á dagstovnum, gamli køkurin á Lágargarði verður umvældur, nógvar útstykkingar til nýggj grundstykkir, lendisgøtur, og eg kundi hildið áfram. Vit hava raðfest integratión, og so má eg nevna játtanir til filmsvinnu og til størri listarligar verkætlanir, sum eg megnaði at fáa á fíggjarætlanina.
Vit hava fingið nógv burturúr seinastu fýra árini, og vónandi kunnu vit halda fram við tí góða arbeiðinum.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja, tað hevði verið frálíkt. Eg bjóði meg fram, og so fáa vit at síggja, hvussu tað gongur. Vónandi væl.
Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Meira ítøkiliga vil eg arbeiða við, at bústaðarmøguleikarnir verða fleiri, fjølbroyttari og meira atkomuligir, at Hoyvíkar skúli verður nútímansgjørdur, at nýggj tannlæknastova verður bygd, at økið kring Hoyvíksvøll verður gjørt, at vit fáa skiljihøll til rusk, at børn og vaksin hava góð og fjølbroytt frítíðartilboð, og at vinnulívið fær tíðarhóskandi karmar. Eisini ynski eg trygg og burðardygg býarrúm og útiøki, so at stór og smá, kvinnur og menn kunnu njóta at vera úti uttan neyðugt er at óttast.
Harumframt er neyðugt alla tíðina at betra og menna tær grundleggjandi vælferðartænasturnar, og her hugsi eg um dagstovnar og eldraøkið.
Í eini kommunu hanga tingini saman. Útbyggingar ganga útyvir lendi og náttúru, og her má man hava tunguna mitt í munninum, fyri at raka eina javnvág, sum er góð fyri bæði menniskju og náttúru. Uttan útbyggingar einki infrakervi, bústaðir, dagstovnar, røktarheim, skúlar, fasilitetir til frítíðar- og mentanarvirksemi, vinnuøki osfr. So eg vil hava ta stóru myndina við í mínum politiska virksemi, og eg vil gera mítt til, at fólk hava álit á politisku skipanini.
Og so skulu vit framhaldandi liva upp til okkara ábyrgd og serligu støðu sum landsins høvuðsstaður.
Hví skal man stilla upp til kommunuval? Tí tað er meiningsfult og spennandi. Tú lærir nýggj ting alla tíðina. Vit hava øll okkara ynskir og tankar um, hvørjar broytingar eru neyðugar, og vilt tú hava valdið til at kunna gera hesar broytingar, skalt tú bjóða teg fram. Tað er einki at bíða við. Og man doyr ikki, um man ikki verður vald – so roynir man aftur næstu ferð.