Demokratia búmerki

Kommunala arbeiðið er áhugavert, tí tað er so fjølbroytt

08. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Elsa Berg, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.

Navn: Elsa Berg


Kommuna: Tórshavnar kommuna


Borgarligt starv: lesandi og starvist sum lívfrøðingur á Tjóðsavninum


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: 
Eg havi sitið í Tórshavnar býráði síðani 1. januar 2021, og í hesum tíðarskeiði havi eg sitið í náttúru- og umhvørvisnevndini, vinnunevndini, fíggjarnevndini og havnarnevndini. Umframt hetta havi eg verið í ungdómspolitikki í nógv ár sum limur og forkvinna í Unga Tjóðveldið.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum?
Kommunustýri varða av nógvum ymiskum økjum, sum eru viðkomandi og týðandi fyri trivnaðin í nærsamfelagnum. Tað besta við at vera í býráðnum í Tórshavnar kommunu er uttan iva at vera við til at seta átøk í verk, sum betra um trivnaðin og vælveru hjá fólki, náttúru og veðurlagi. Sum limur í kommunustýri lærir tú eina rúgvu um alskyns mál, og tú er við til at finna loysnir til tær stóru avbjóðingarnar, sum eru innan hesi øki, eitt nú bústaðarøkið. Hetta ger eisini arbeiðið bæði týdningarmikið og áhugavert.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? 
Eg trúgvi, at fjølbroytni hevur stóran týdning í einum býráði. Vit hava øll ymiskar royndir og vitan um ymisk viðurskifti. Tá mín vitan og mínar royndir kunnu leggja nakað afturat kjakinum, varpa ljós á forsømd mál og flyta avgerðir, tá føli eg, at eg fái gjørt mun. 


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? 
Eg brenni fyri at skapa eina kommunu, har vit hava umsorgan fyri náttúru og medmenniskjum. Nógv stúra um støðuna á barnagarðs- og eldraøkinum, um veðurlagskreppuna og um bústaðarstøðuna. Tað geri eg eisini. Eg havi samstundis eina trúgv upp á, at taka vit støðurnar í álvara, so er ein rúgva av átøkum, sum vit kunnu og eiga at seta í verk fyri at loysa upp og koma trupulleikunum til lívs. Mín vilji er til hetta, og hjartamálið er, at neyðuga tíðin og fíggingin verða sett av, so at Býráðið veruliga fær arbeitt við hesum málum. Tórshavnar kommuna skal vera við til at basa umhvørviskreppuni, eitt nú við at fáa meira bygda- og býarnáttúru í grannaløg og býlingar, seta ferð á orkuskiftið og gera tað lættari hjá fólki at velja grønu loysnirnar í gerandisdegnum. Vit skulu hava fleiri almennar og bíligari íbúðir, sum vanliga fólkið í øllum aldri hevur ráð at búgva í. Somuleiðis mugu fysisku karmarnir og trivnaðurin hjá børnum, eldri og starvsfólkum á barnagarðs-, skúla- og eldraøkinum betrast munandi. 


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð?
Tað er serliga álvarsama støðan á náttúru- og veðurlagsøkinum, sum gjørdi, at eg valdi at stilla upp. Fyri at vit veruliga skulu síggja batar á hesum økjum, so er neyðugt við politiskum broytingum, sum skulu tryggja eina burðardygga menning av kommununi. Hesar broytingar snúgva seg eisini um at gera grønu loysnina til ta løttu loysnina hjá borgarum, og soleiðis skumpa undir grønu leiðina. Hóast tað stendur illa til á hesum økinum, so er ein vón í tí, at tað enn er so nógv, sum vit kunnu gera fyri at venda gongdini. Tað var millum annað hesum, sum eg vildi - og enn vil - virka fyri at fáa ígjøgnum. 


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið?
Vit hava fingið ávirkan á og rokkið fleiri mál, hóast Tjóðveldi hevur verið í minniluta hetta valskeiðið, og tað eri eg glað fyri. Eg eri eitt nú glað fyri, at Koltursverkætlanin hevur fingið fíggjarligan stuðul, at standmyndin av Andreu Árting er reist, at fíggjarligi stuðulin til Faroe Pride øktist, og at vit hava sett ferð á orkuskiftið, m.a. við at royna við tveimum elbussum heldur enn bert at keypa dieselbussar, eins og ætlanin var upprunaliga.


Ætlar tú at halda fram næstu setu?
Tað ætli eg avgjørt.


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu?
Tað góða við kommunupolitikki er, at tað eru altíð ymisk mál, sum vit arbeiða við. Eg vil tó serliga arbeiða við náttúru- og veðurlagsátøkum og uppraðfesta kjarnuvælferðina munandi. So sum at betra um bussleiðina og umstøður at ferðast til gongu, á súkklu og við rullistóli, at fáa fleiri bíligari og almennar bústaðir, og at seta fleiri munandi átøk í verk innan eldra- og barnagarðsøkið, fyri at betra um trivnaðin hjá starvsfólkum og borgarum. 


Hví skal mann stilla upp til kommunuval?
Kommunupolitikkur er sera áhugaverdur, tí politiska arbeiðið er so fjølbroytt. Her er møguligt og neyðugt at arbeiða við bæði smærri og størri átøkum á fleiri økjum, og eisini neyðugum langtíðarætlanum. Tað er neyðugt við politiskum broytingum, fyri at loysa dagsins og framtíðar avbjóðingar. Ynskir tú at seta tín dám á, hvørjar broytingarnar verða, so viðmæli eg tær at stilla upp til kommunuval.