Stilla upp, um tú heldur, at okkurt eigur at vera betri í tínari kommunu
Navn: Sára Jógvansdóttir
Kommuna: Vestmanna kommuna
Borgarligt starv: Journalistur og samskipari í Kringvarpi Føroya
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki:
Eg havi verið í kommunupolitikki í eitt skeið, síðan 1. januar í 2021, og tað er eisini einastu ferð, at eg havi stillað upp. Í hesum tíðarskeiði havi eg verið varaborgarstjóri í Vestmanna kommunu, forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevndini, nevndarlimur í havnanevndini og í teknisku nevnd. Eisini eri eg stýrislimur í eldrasamstarvinum VEKS.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum?
At fáa framt broytingar, sum tú heldur eru neyðugar, og at tey mál, sum tú hevur tikið upp, verða útint, so gerandisdagurin hjá borgarum og vinnuni í bygdini verður betri, lættari og innihaldsríkari.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun?
Eg havi nógva orku, sum ger, at eg fái nógv á skaftið. Tað ber ikki til at siga, at eg geri mest við hørðu ella bleytu virðini, tí ein kommuna fevnir um so nógv. Tað er alt frá at játta eina byggisamtykt, at fara undir eina milliónaverkætlan, at hava vælvirkandi skúlar og stovnar, til at loysa tær smáu avbjóðingarnar, sum títt koma fyri. Eg meti meg gera størstan mun bara við at elska mína bygd og gera mítt ítarsta fyri hana. Eg eri nokk tað, sum man kann kalla ein vestmenningur við stórum V.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki?
Eg helt upprunaliga, at eg serliga brendi fyri dagstovnaøkinum og størri trivnaði í bygdini, men sum kommunustýrislimur varnaðist eg skjótt, at tað vóru nógv økir, sum eg eisini hevði áhuga fyri, og sum eg nú brenni fyri. Eitt nú eldraøkinum, sum fyri fyrstu ferð í hesari setuni hevur kvinnur í stýrinum, síðan eldraøkið var lagt út til kommunurnar. Eitt av hjartamálunum er nú eisini vinnan og havnaøkið, tí í einari so lítlari kommunu sum hjá okkum við beint niðanfyri 1.300 borgarum hava hesi øki sera stóran týdning fyri kommunukassan.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð?
Eg valdi at stilla upp, tí eg ikki var heilt nøgd við ávís økir í bygdini. Eitt nú helt eg, at dagstovnaøkið ikki var nóg væl skipað, og at tað var gjørt ov lítið fyri trivnaðin í Vestmanna. Bygdin var eftir mínum tykki ov linlig. Eisini helt eg, at meira kundi gerast fyri at fáa størri inntøkur á stóra havnaøkinum, vegakervið var ikki nøktandi, arbeiðir vóru ikki gjørd liðug, og tað sá heldur ikki serliga hugnaligt út á teimum sentralu savningarøkjunum í bygdini. Afturat hesum helt eg tað vera neyðugt at fáa ræðisrættin á gomlu bedingini í bygdini aftur. Hetta hevur eydnast og nógv av tí, sum eg stillaði upp fyri, er í dag broytt til tað betra, men enn manglar ymiskt, sum ikki er komið á mál við.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið?
Eg eri sera fegin um, at vit í dag hava eitt vælvirkandi dagstovnaøki við góðum og trúgvum starvsfólkum, at uppraðfestingin av ungdómsøkinum ger mun, at søguligu Fitjahúsini eru komin í góðar hendur, at havnaøkið er farið frá undirskoti til stórt avlop, at kommunukassin er farin frá milliónahalli til yvirskot, at bygdin sær nossligari út, og at Vestmanna í dag hevur meira at bjóða teimum, ið her búgva við tilboðum og tiltøkum v.m. Somuleiðis eri eg fegin um, at vit eru fýra kommunur í eldrasamstarvinum VEKS, sum eru vorðnar samdar um eina langtíðarætlan fyri eldraøkið. Ein ætlan, sum eftir mínari sannføring er neyðug fyri at kunna veita eina góða tænastu til eldru borgararnar í økinum í framtíðini, við fólkasamansetingini sum verður tá. Hinuvegin eri eg ikki fyri tvungnum hjúnalagi.
Ætlar tú at halda fram næstu setu?
Eg havi ikki tikið støðu til, um eg stilli uppaftur. Kommunuarbeiðið fer við nógvari tíð, og eg havi eitt fulltíðarstarv við síðunar av, umframt familjuna og ymsar felagsskapir, sum eg eri virkin í. Mest av øllum ivist eg, tí kommunuarbeiðið og mín egna ferð kunnu illa sameinast. Tá ið eg fari í holt við okkurt, so skal tað helst gerast beinaveg. Tað er soleiðis, at eg trívist best, og mest kann fáast burturúr. Men tað sampakkar ikki altíð við tey mál, ið verða sett á skrá og ta fígging, ið verður sett av til ymsu ætlanirnar. Javnan gongur rúm tíð, áðrenn arbeiðið verður gjørt. Í øðrum førum steðgar arbeiðið upp. Tað kann vera av ymsum orsøkum, eitt nú at tað ikki er nakar arbeiðstakari, at onnur átrokandi mál stinga seg upp, at tað steðgar upp í landsins ráðum, at tað ikki verður raðfest frammaliga av umsitingini ella arbeiðsfólki. Óansæð orsøkina, so er tað so møðsamt, at tað hevur fingið meg at ivast, hóast eg fegin vil arbeiða fyri mínari heimbygd.
Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu?
Tá ið tú hevur sitið eina setu, eru so nógv mál sett á skrá, sum eru avgreidd, onnur mugu haldast fram við, og so eru eisini onnur, sum ikki sett á skrá, men sum eru neyðug. Eitt av tí er nakað so ósjarmerandi sum kloakkviðurskiftini. Harafturat er neyðugt at fara undir umvæling av fólkaskúlanum, fáa betur hølisviðurskiftir til VÍF, betra um inni- og útiøkið í dagstovnunum, halda fram við langtíðarætlanini fyri eldraøkið, leggja størri dent á grøna umlegging, vera enn betur samstarvspartnari hjá vinnulívinum í bygdini v.m. Tað er sera nógv at fara í holt við.
Hví skal man stilla upp til kommunuval?
Um tú heldur, at okkurt eigur at vera betri í tínari kommunu, so kanst tú heilt sikkurt gera ein mun. Eitt kommunustýrið við ymsum fólkum við ymiskari bakgrund er uttan iva tann besta samanrenningin til at fáa sum mest burturúr. Eftir mínum tykki snýr seg fyrst og fremst at brenna fyri einum øki og fyri sínari kommunu. Sum við øllum øðrum nýggjum uppgávum, so tekur tað nakað av tíð at seta seg inn í viðurskiftini, men eg meti, at øll kunnu gerast góðir politikarar, um tú fyrst og fremst stillar upp fyri at virka fyri tína komunu og fólkini, sum búgva har.