Demokratia búmerki

Virðið javnstøðuna í Landsstýrinum

08. apríl 2026
Demokratia heitir á teir tríggjar samgonguflokkarnar um at virða javnstøðuna, nú landsstýrisfólk vera sett í morgin.

Seinasta valskeið hevur javnstøða verið millum kynini, og øll orsøk er til at halda fast í hesum leisti.


Á løgtingsvalinum fingu vit enn einaferð 10 kvinnur valdar á ting, hetta er sama støða, ið hevur verið á flestu løgtingsvalum síðan 2011.


Tí er alneyðugt, at vit øll gera okkara, at stuðla undir kvinnuumboðanina. Her eigur landsstýrið sjálvandi at ganga á odda.


Niels Uni Dam, formaður í Demokratia.