Eftirbáturin, ið dragnar
Á løgtingsvalinum 2026 vórðu enn einaferð bara 10 kvinnur valdar inn á ting. Sostatt hevur kvinnuumboðanin á 30% staðið í stað síðani 2011, um hugt verður burtur frá afturgongdini í 2019, tá einans 8 kvinnur vórðu valdar inn.
Samstundis, sum vit í Føroyum standa í stað, ganga hini Norðurlondini støðugt fram. Føroyar eru í norðurlendskum høpi eftirbáturin, ið dragnar.
Hesi fimtan árini hevur annars ein positiv mentanarlig gongd vundið upp á seg. Hetta sæst í hagtølunum fyri kvinnuumboðan. Vit nærkast spakuliga javnstøðu í uppstilling, og eisini atkvøðubýtið millum kvinnur og menn javnar seg út stig fyri stig.
Á valinum í gjár, eins og áður er tað gleðiligt, at sterkar kvinnur – eisini frá yngru ættarliðunum – fáa álitisváttan frá veljaranum.
Men tá ið av tornar er hetta ikki nóg mikið. Støðan er framhaldandi tann, at kvinnur hava alt ov lítlan lut, tá poltiskar avgerðir verða tiknar.
Stór avbjóðing á virðiskonservativa vonginum
Samlaða talið av atkvøðum býtti seg í 66,3 atkvøður til uppstillaðar menn og 33,7% til kvinnur, ið er tað sama sum á seinasta løgtingsvali. Men aftur hesa ferð er tað serliga veljarin hjá teimum meira konservativu flokkunum á virðispolitiska økinum, sum í stóran mun velur menn.
Hjá veljarum av Miðflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýrinum og Sambandsflokkinum, fara einans millum 7,4% og 25,3% til kvinnur. Her skal eisini havast í huga, at eingin av hesum flokkum hevði javnstøðu á uppstillingarlistunum.
Men heldur ikki hjá Javnaðarflokkinum, ið hevði javna umboðan í uppstillingini, er býtið av atkvøðum fyri monnum og kvinnum nøktandi í javnsstøðuhøpi.
Tjóðveldi er við sínum 57% fyri kvinnum og 43% fyri monnum einasti flokkur, ið er innanfyri vanliga javnstøðumarkið, meðan Framsókn pyntar uppá samlaða úrsltið við eini yvirvág at atkvøðunum, 64,1%, til kvinnur.
Demokratia hevur seinastu 4 árini miðvíst arbeitt fyri eini hugburðsbroyting hjá veljarum á konservativa ásanum, men løgtingsvalið vísir, at enn er langt á mál.
Ein haldførisavbjóðing
Í einum samfelagi, har okkara ungu flyta burt í alt ov stórum tali, og har serliga kvinnurnar ikki venda aftur, er tørvurin at betra um kvinnuumboðanina átrokandi. Tá kvinnuumboðanin enn einaferð stendur í stað, meðan grannalondini, vit spegla okkum í, ganga fram, er tað ein verulig haldførisavbjóðing, tí vit missa av okkara týdningarmesta tilfeingi.
Hvat er at gera?
Broytingin kemur ikki av sær sjálvari. Í staðin fyri at bíða eftir henni krevst, at vit sjálvrannsaka og endurskoða, kanska eisini, hvussu samfelagið er skrúvað saman – ikki bara í politikki.
Manglandi kvinnuumboðanin er ein avleiðing av tí størru ójavnstøðuni millum kyn í okkara siðbundna samfelagi. Tað snýr seg um ójavna býtið av løntum og óløntum arbeiði. Um lønargjónna. Um kynsbundnan umsorganarleiklut og forsyrgjaraleiklut. Og aðrar javnstøðuavbjóðingar.
Um vit vilja, kunnu vit læra frá okkara norðurlendsku grannum. Vit kunnu viðurkenna, at tað er neyðugt at gera politisk átøk. Javnstøðustrembanin krevur miðvíst arbeiði av okkum øllum, eisini okkara fólkavaldu, sum nú hava fingið álitið frá veljaranum.
Vegna Demokratia
Niels Uni Dam, formaður
Keldur til hagtøl um kvinnuumboðan í norðurlendskum tjóðartingum, sum síggjast á myndini:
IPU Parline: https://data.ipu.org/
Sermitsiaq: https://www.sermitsiaq.ag/notice/2208485
