Demokratia búmerki

Tú lærir teg sjálva og tíni mørk at kenna

12. mars 2026
Í sambandi við komandi løgtingsval hevur Demokratia bjóðað fyrrverandi landspolitikarum sess í Violetta stólinum at svara nøkrum spurningum. Sum fyrimyndir greiða tær frá um sítt egna politiska virki, og eisini siga tær sína hugsan um millum annað útlitini fyri størri kvinnuluttøku í føroyskum politikki.

Hesa ferð svarar fyrrverandi tingkvinnan fyri Tjóðveldi Gunvør Balle okkara spurningum.

Gunvør Balle hevur sitið á Føroya løgtingi og í Tórshavnar býráði. Hon stillaði upp til løgtingsval á fyrsta sinni í 2011 og varð tá vald inn. Tá løgtingsskeiðið var av, gjørdi hon av heldur at bjóða seg fram sum valevni til Tórshavnar kommunu, har hon varð vald inn bæði í 2016 og 2020. Síðani tá hevur Gunvør Balle virkað á øðrum pallum.

 


Navn: Gunvør Balle


Politiskur flokkur: Tjóðveldi


Borgarligt starv: Fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni 


Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Fleiri ting tilsamans. Tað varð heitt á meg av fleiri flokkum. Tað var ein lagalig løta, tí eg var í farloyvi frá starvinum, og so hevði eg sera stóran áhuga fyri politikki og hug at gera mína ávirkan galdandi. Tað taldi nokk mest, at tað varð heitt á meg, og at fólk vístu, at tey høvdu álit á mær, tí eg hevði neyvan bjóðað meg fram av mær sjálvari. Eg hugsaði eisini um ábyrgdina, ið liggur á hvørjum einstøkum okkara at fáa eitt betri kynsbýti. Eg havi altíð roynt at mótprógva pástandin um, at ’kvinnur siga altíð nei, tá tær verða spurdar’.


Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Eg búði í Íslandi árini áðrenn eg stillaði upp. Har kom eg at kenna Vígdis Finnbogadóttir og hon er mín fremsta og sterkasta fyrimynd. Karin Kjølbro, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss og hinar kvinnurnar í Tjóðveldi vóru týðandi heimligar fyrimyndir, og Høgni Hoydal var ein stór fyrimynd og kveikti av fyrstan tíð áhugan fyri politikki – og tjóðveldishugsjónina - tá eg flutti heim í 1997.


Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Nógvar góðar og spennandi upplivingar!


Eg varð vald inn á løgting í 2011 og sat fram til 2015, tá eg valdi ikki at stilla uppaftur. Men fór heldur uppí býráðspolitikk, har eg var frá 2017 til 2025. Í mínum skeiði í løgtinginum vóru vit 4 kvinnur og 2 menn í Tjóðveldi, og nógv ’stuttligt’ varð sagt um hetta kynsbýtið, um ”hønurnar í Tjóðveldi” o.s.fr.


Sama var sagt um tíðina í býráðnum, tá Annika Olsen var borgarstjóri og eg varaborgarstjóri. Tað var heilt eyðsýnt, at nógv høvdu ilt við at góðtaka at skula síggja kvinnur á odda fyri høvuðsstaðarkommununi.


Annars haldi eg ikki, eg havi hugsað um serligar hendingar, ið høvdu við mítt kyn at gera – hvørki negativar ella positivar.


Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Tað hava verið onkur rokmál í býráðnum, har eg møtti stórari mótstøðu, sum vóru sera avbjóðandi. Tað koyrdi nógv uppá kenslur, og hetta tók eg, sum eri eitt rættiligt kenslumenniskja, nær. Mítt mótstøðuføri var bjóðað av, men eg lærdi nógv av at halda fast við tað, eg veruliga var sannførd um var rætt og neyðugt. Hóast tað var sera ópopulert.


Eg sat á løgtingi – í andstøðu - tá forskattingin av pensjónum varð samtykt. Tað minnist eg sum eina strævna tíð. Tað var eitt hart mál, sum ávirkaði meg nógv. Eg var so sannførd um (og eri tað enn) at tað var ein púra skeiv avgerð, sum var vanlukkulig fyri framtíðar haldførið og okkara eftirkomarar. Men kortini skalt tú hyggja at, meðan ein meiriluti samtykkir tað. Tað er ikki fyri sartar sálir. Og tú mást gerast eitt sindur hørð og ikki taka ting ov nær. Tað hevur nokk verið ein avbjóðing hjá mær, hóast eg lærdi tað betur við tíðini.


Annars kann sigast, at eitt, sum eg viðhvørt havi verið kedd av, er, at familjan rindar ein prís, tá tú ert politikari. Bæði tí tú ert nógv heimanífrá, og tá tu ert heima, so ert tú ofta bundin í telefonini ella á telduni. Tú hevur aldrin veruliga frí. Og tað er ikki altíð stuttligt hjá børnunum at hoyra tann ofta ófantaligan málburðin, ið verður brúktur.


Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Eg haldi ikki eg kann vísa á nakað dømi um tað.


Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Eg var glað um sera mong ting, vit fingu ígjøgnum, serliga í býráðnum. Standmyndin av Andreu Árting var eitt hjartamál, sum eg arbeiddi við í mong ár, og sum eg enn frøist um. Tað er týðandi at fáa eina standmynd av navngivnari kvinnu og slóðbrótara í miðbýin. Eg eri errin av, at vit fóru undir at byggja musikkskúlan og langhylin við vælverðuøki, somuleiðis av virknishøll og listahøllini í Finsen.


Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Um tú hevur áhuga fyri samfelagsmálum, hevur nakað uppá hjartað og veruliga ynskir at vera við, har avgerðir skulu takast, so skalt tú halda teg framat og bjóða teg fram.


Tú mást ikki vera sart. Tað er lætt at siga, men tað er ikki so lætt í veruleikanum, tí tú verður ofta trýst út um komfortsonuna. Men tú lærir teg sjálva og tíni mørk at kenna og mennist órúliga nógv, tá tú hevur vant teg við at skapa tær meiningar og vera í orðaskifti.


Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
At fremja eina sunna og lívliga kjakmentan, er stórur partur av uppgávuni at fáa fleiri at bjóða seg fram. Skúlarnir gera longu nógv meir enn fyrr við at venja ung at kjakast og standa fram. Ungdómsting er sera umráðandi átak. Kringvarpið kundi gjørt meir við at gera serligar sendingar við børnum og ungum, so mann hoyrir teirra tankar um ymisk aktuell mál. Politisku flokkarnir eiga at seta í sínar skipanir, at eins nógv av hvørjum kyni skulu vera á valevnislistunum. Allir partar mugu hava fokus á at fáa røddirnar hjá undirumboðaðum bólkum, sum t.d. kvinnum, ungum, tilflytararum o.fl. til at taka lut í demokratisku samrøðuni.


Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg haldi, at framtíðin er bjørt fyri størri javnstøðu, og eg trúgvi uppá – hóast tað gongur seint - at vit flyta okkum stútt og støðugt framá, soleiðis at tað verður heilt nátúrligt, at umleið eins nógvar kvinnur og menn eru vald á løgting og bý- og bygdaráð og eru ráðharrar, borgarstjórar o.s.fr.


Tí stórur tørvur er á kvinnuligum fyrimyndum hjá ungum kvinnum, ið kanska hava hug at bjóða seg fram seinni.