Gerið tað og vísið tykkara áhuga
Hesa ferð svarar fyrrverandi tingkvinnan fyri Tjóðveldi og landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, okkara spurningum.
Annita á Fríðriksmørk royndi seg í politikki sum blaðung við at stilla upp til trý fólkatingsval á rað; tað fyrsta í 1990. Hon stillaði síðani upp til løgtingsval á fyrsta sinni í 1998 og varð vald inn á ting. Í 2003 var hon landsstýriskvinna í mentamálum.
Navn: Annita á Fríðriksmørk
Politiskur flokkur: Tjóðveldi
Borgarligt starv: Fólkaskúlalærari
Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Tað byrjaði við, at eg fór at hjálpa beiggja mínum, Símun Paula, sum stillaði upp til løgtingið sum 24 ára gamal.
Eg var tá 22 ára gomul. Tá tað so aftur var val (hesaferð fólkatingsval), helt beiggi mín, at eg skuldi stilla upp. Hetta helt hann, tí eg tá vísti stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum. Soleiðis kom eg at stilla upp til fólkatingsval tríggjar ferðir, áðrenn eg stillaði upp til løgtingsval. Tá eg so stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð í 1998, varð eg vald í Suðurstreymoy.
Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Tað vóru tey, sum vóru virkin á tjóðveldispallinum, sum hugtóku meg. Á einum aðalstjórnarfundi í Tjóðveldisflokkinum í 1990 vóru tað Signar á Brúnni og Súni í Hjøllum, sum spurdu, um eg vildi stilla upp. Hetta var til eitt fólkatingsval. Eg kom á listan sum einasta kvinna og fekk eitt gott val.
Áðrenn tað valið, samskifti eg eisini við Petur Reinert og við Karina Kjølbro. Tey eggjaðu mær eisini at stilla upp. Og eg so gjørdi. Minnist, hvussu stórt tað var fyri meg at sleppa á fund við tey bæði.
Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
At eg var komin í eina mannfólkaverð, var týðiligt, og at tað kravdi nakað av familjuni og baklandinum, var eisini týðiligt. Men hinvegin, so lærdi eg sera nógv beinanvegin. Haldi, at teir gomlu í flokkinum vóru góðir vegvísarar, og hóast mangan ósamd, so vóru teir ein stór hjálp. Og eg havi bara gott at bera teimum.
Men vit eru afturi í eini tíð, tá tað at hava eina kvinnu í tingbólkinum varð hildið at vera nóg mikið. Men tað helt eg ikki. So eg minnist, at eg gjørdi nokkso nógv fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk. Eg var virkin í tí bólkinum, sum ferðaðist kring landið fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk. Tað sum seinni kom á fíggjarlógina og fekk navnið Demokratia.
Tað tók sína tíð, men so við og við so legðist afturat við kvinnum. So mikið, at vit í Tjóðveldi nú faktiskt eru í undirskoti av mannfólki.
Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Avbjóðingin í politikki er at seta hol á nakað nýtt. Hevur tú rætt í tí, sum tú trýrt upp á, so fært tú ofta rætt fyrr ella seinni. Tað konservativa og tað opportuna hinvegin skal hvørki argumentera fyri nøkrum ella sannføra nakran. Tann konservativi vil hava tað, sum tað er, og tann opportuni sigur seg meina tað, sum meirilutin meinar. Tann visjoneri, hinvegin, skal prógva nakað, sum ikki er her og nú, men sum burdi verið. Og tað er tað, sum tekur tíð.
Í fullveldismálum til dømis, so hevur tað verið eitt baks at fáa flutt sambandsvongin til nú at tosa jaliga um ein sjálvberandi búskap, sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum, og um frælsið til at taka egnar avgerðir og um at verða ein javnbjóðis statur o.s.fr. Men tað hevur altso tikið eini 125 politisk ár at koma hertil.
Í LGBT málum - fyri 20 árum síðani - vildu tey flestu ikki hoyra talan um rættindi til samkynd. Hetta var tabu og nakað, sum tey fægstu vildu røra við eini eldtong. Í dag halda (næstan) øll, at 266b er heilt ok. Ongin tosar um tað sum nakað ræðuligt. Tað skuldi bara fáast frá hondini, sjálvt um tað kravdi tann størsta politiska stormin, sum nakrantíð hevur verið í nøkrum máli. Men stormurin flutti okkurt. Holdningar vórðu brýndir, og samkynd vórðu viðurkend. Minnist fyrstu skrúðgonguna fyri teimum samkyndu – tað var í 2006, haldi eg - úr Norðurlandahúsinum oman á Vaglið. Haldi vit vóru millum 50 og 100 fólk. Í dag er tiltakið undan ólavsøku nakað heilt annað. 5000 fólk.
Ongin ivi er um, at størsta avbjóðingin reint arbeiðsmessiga var at fara í landsstýrið – har vóru spennandi uppgávur, bæði innan skúlagátt og mentan. Eg var 34 ár og sera upptikin. Men eg hevði tvey børn, eitt bróstabarn og eitt barn, sum var trý ár. So tað var ikki lætt at fáa privatu kabaluna at ganga upp. Í dag sigi eg tí altíð við foreldur, sum fáa sær børn: verið so nógv saman við teimum sum møguligt, meðan tey eru smá. Takið tað róligt. Verið saman við børnunum og njótið tey fyrstu árini. Tit fáa tað afturlønt, tá ið tey verða størri.
Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Hugsi, at mítt kyn gav politikkinum ein annan vinkul upp á nógv av tí, sum var uppi í tíðini. Tú kanst jú bara avlevera tað, sum tú hevur í viðførinum.
Og viðhvørt er tað ikki líkamikið, um tað er ein kvinna ella maður, ungur ella gamal, bygdafólk ella býarfólk, sum sigur tingini. Tað verður vektað ymiskt. Títt viðføri myndar teg og er partur av tí virðing, sum tú møtir, tá ið tú sigur ella gert eitthvørt.
Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Tað, sum eg minnist best, er, tá ið vit, ein meiriluti í løgtinginum, í 1998 undirskrivaðu “at føroyingar eru tjóð og Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki”, og í forleingilsi av hesum, so lækkaðu vit blokkin við einum triðingi.
Hetta var ein serstøk tíð. Vit vóru ung, og vit høvdu visjónir, og tað besta av øllum var, at vit høvdu fólkið við okkum. Men líka so stórt var skuffilsið, tá ið tað ikki bar á mál!
Ein onnur hending er 266b, sum varð samtykt, og hóast tað í innihaldi kann tykjast so sjálvsagt, at mann ikki skal kunna diskriminera fólk vegna sín kynsliga samleika, so var tað ikki so sjálvsagt tá. Og hóast sjálv paragraffin í orðum faktiskt hevur so lítið upp á seg, so flutti tann viðgerðin, sum var bæði á løgtingi og millum manna, land okkara eitt risafet fram á leið.
Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Gerið tað og vísið tykkara áhuga – ikki bara beint upp undir valið, men eisini millum valini og tá ið høvi býðst.
Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Politisku flokkarnir eiga at hava ein javnstøðupolitikk. Teir eiga at hyggja eftir, um javnvágin millum kvinnur og menn í týðandi postum er á einari leið. Er javnvágin úti av lagi, so er orsøkin ofta at finna í ótilvitaðari gongd hjá flokkinum, har annað kynið antin ikki er vælkomið ella ikki kennir seg vælkomið.
Um annað kynið ikki kennir seg aftur í flokkinum, so er tað oftast tí, at flokkurin antin er steðgaður upp, ella tí, at flokkurin hevur eina ov smala hugsjón.
Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Tey neiligu eyguni hyggja út í heim og síggja m.a, at bæði fólkaræðið og javnrættindi eru hótt. Og søgan sigur okkum, at tað, sum er aðrastaðni, fyrr ella seinni kemur hendanvegin. So her ræður um at vera á varðhaldi og ikki at taka nakað sum eina sjálvfylgju.
Tey jaligu eyguni síggja hinvegin nógvar ungar klókar og sterkar kvinnur, sum ikki halda seg aftur, og sum tora at bera síni sjónarmið fram á torg.
So her er nógv gott í væntu. :)
