Demokratia búmerki

Ger tað!

03. mars 2026
Í sambandi við komandi løgtingsval hevur Demokratia bjóðað fyrrverandi og núverandi kvinnuligum landspolitikarum sess í Violetta stólinum at svara nøkrum spurningum. Sum fyrimyndir greiða tær frá um sítt egna politiska virki, og eisini siga tær sína hugsan um útlitini fyri størri kvinnuluttøku í føroyskum politikki.

Hesa ferð svarar løgtingsforkvinnan og tingkvinnan Bjørt Samuelsen, okkara spurningum.

Bjørt Samuelsen stillaði á fyrsta sinni upp til løgtingsvalið í 2008. Sama ár gjørdist hon landsstýriskvinna í vinnumálum. Í 2022 gjørdist Bjørt fyrsta forkvinna løgtingsins í 27 ár. Bjørt er onnur kvinnan í søguni, sum hevur tikið við tignarliga starvinum. Undan henni var Marita Petersen løgtingsforkvinna frá 1994 til 1995.

Í sambandi við, at løgtingsval verður seinni í 2026 hevur Bjørt boðað frá, at hon stillar ikki upp á hesum sinni.

 


Navn: Bjørt Samuelsen


Politiskur flokkur: Tjóðveldi


Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Sjálv var eg flutt til Føroya eftir nógv ár í útlegd, og eg gjørdist nokkso kløkk av at síggja, hvussu fáar kvinnur vóru í teimum sessunum, har stórar avgerðir vórðu tiknar – í politikki, leiðslum í vinnulívinum o.s.fr. Tað sampakkaði als ikki við tann veruleika, at her vóru so nógvar sterkar og ábyrgdarfullar kvinnur allastaðni. Til valið í 2004 blivu einans tríggjar kvinnur valdar. Tað fekk meg fyrst at fara upp í eitt tvørpolitiskt arbeiði fyri at eggja fleiri kvinnum at stilla upp, og síðani at siga ja til at bjóða meg fram á valinum í januar 2008. Eg var 42 ára gomul, tá eg varð vald fyrstu ferð.


Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Sum journalistur hevði eg ein natúrligan áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki. Kvinnurnar í politikki vóru so fáar, men gjøgnum árini høvdu verið nakrar, eitt nú Karin Kjølbro, Annita á Fríðriksmørk og Marita Petersen, sum vóru djarvar kvinnur, ið tordu at standa við sítt og taka neyðug tøk. At Marita gjørdist Føroya fyrsta løgkvinna undir stóru fíggjarkreppuni vísti stórt dirvi, og at Lisbeht L. Petersen gjørdist fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Havn hugtók meg. Eg hevði eisini fleiri mannligar fyrimyndir, serliga menn, sum tosaðu um almannapolitikk og um javnrættindi. Úti í heimi var tað ein kvinna sum Gro Harlem Brundland, forsætisráðsfrú í Norra, og Madeleine Albright, uttanríkisráðsfrú í USA, sum eg sá stórt í.


Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Tað var so spennandi, ikki minst, tí eg fekk eitt sera gott val, og eg fekk álitið at koma beint í landsstýrið. Tað var ein kollvelting at fara frá míni egnu lítlu fyritøku til at gerast hin fyrsta landsstýriskvinnan í vinnu- og samferðslumálum. At fáa møguleikan at stinga út í kortið og seta gongd á neyðug mál og broytingar, var stórt. Samstundis varð eg rættuligan kløkk av, hvussu irrationell og mangan ikki serliga effektiv politiska verðin er. Kendi meg fyrstu tíðina sum at verða lenda á einari aðrari gongustjørnu, har eg skuldi læra bæði at ganga og samskifta á ein annan hátt.


At byrja við var eg ógvuliga góðtrúgvin og trúði, at um bara eg setti meg væl inn í tingini, fann góðar loysnir, var fakliga væl fyri og arbeiddi nógv, so fóru fólk at taka undir við tí, sum eg legði fram. Men, soleiðis er politiska verðin tíverri ikki. Samgonga kontra andstøða og tað politiska spælið, sum tað viðførir, skuldi eg veruliga venja meg við og læra at skilja. Eisini tað fakta, at hvør, ið sleppur framat hvørjum sessi, ofta als ikki byggir á førleikar og royndir, men at heilt onnur atlit telja. Hugsi ofta, at ein fyritøka rikin á henda hátt, skjótt hevði fingið stórar trupulleikar.


Størsta avbjóðingin var kortini at finna útav, hvussu hart tað kann leika í bæði inni í einum flokki og í einari samgongu. Hóast fólk tíbetur ofta samstarva væl og betri, enn fólk kanska halda, so er eisini ein áhaldandi kapping millum flokkar og floksfelagar, og eitt nú ímillum øki í landinum.


Men frá fyrsta degi upplivdi eg eisini alt tað góða og lívsjáttandi í politikki. Til dømis tey góðu sambondini og samstørvini – innanfloks og ikki minst tvørturum floksmørk. Allar flestu dagar hesi mongu árini í politikki havi eg hildið tað verið spennandi at fara til arbeiðis. Og gleðin er ómetaliga stór, tá mál, tú arbeiðir fyri, eydnast. Tað eru varðarnir, tú ert við til at laga, sum ger tað heila vert at vera politikari.


Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Tað tók tíð at læra, ikki at taka tingini ov tungt ella persónligt, tá ting kendust skeiv ella vóru eyðsýnd órímilig. Enn dagin í dag havi eg ikki lært tað til fulnar. Onkuntíð mást tú bara finna útav, hvussu tú fært arbeitt og gjørt tað, tú skalt, hóast onkur roynir at forða tær.


Í politikki er tað sjálvandi neyðugt at fylgja flokkinum og standa saman í einari samgongu, eisini tá tað snýr seg um at gjøgnumføra mál, sum kanska ikki eru serliga populer, men sum eru neyðug. Tí lærdi eg eisini lutfalsliga skjótt navnframu listina at svølgja kamelar. Ein politikari, sum bara og alla tíðina fylgir egnari sannføring, rennur seg skjótt fastan. Tú mást duga væl at finnar semjur.


Men, har er eisini eitt mark. Nøkur mál kunnu vera so prinsipiell, ella tú veit, at henda avgerðin er bara heilt skeiv. Tá mást tú hava dirvi at standa við títt. Í øllum førum um tú vilt hyggja teg sjálvan í eyguni hvønn morgun. Míni nógvu ár í politikki hava verið nøkur fá mál av hesum slagi, har tað hevur kostað mær nógv at standa við mítt. Tað hevur verið avbjóðandi, men, eg havi ikki angrað, at eg gjørdi tað.


Og so hevur tað eisini verið trupult heilt at skilja óskrivaðu reglurnar og “logikkin”, sum politikkur ofta virkar eftir. Tíverri snýr tað seg ov ofta meira um valdstelving enn um besta mátan at røkka flestu og bestu málum. Á einum vanligum arbeiðsplássi vil einhvør góð leiðsla royna at brúka førleikarnar hjá starvsfólkunum á bestan møguligan hátt, eins og royndir hava nógv at siga. Í politikki hendir tað meira enn so, at tað at halda seg væl við tey røttu, gevur betri møguleikar fyri tyngri sessum, og at verða raðfest í teljingini í flokkum.                                   


Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Ja, tað havi eg. Havi ikki á nakran hátt kent meg verið fyri mismuni vegna mítt kyn sum forkvinna í vinnunevndini ella sum løgtingsforkvinna. Men, eg havi sæð nógvar sera væl skikkaðar kvinnur verða umlopnar til álitissessir, hóast tað sjálvandi eisini kann henda fyri menn, men ikki í eins stóran mun.


Uppáhaldið “man kann ikki velja eina kvinnu, bara tí hon er kvinna” skjýtur jú okkum í skógvarnar, at kvinnu sleppa eitt sindur lættari framat. Tað er avgjørt ikki tað, ið eg síggi, men heldur, at flestu flokkar tíbetur eru blivnir betri til at leita eftir skikkaðum fólki ímillum bæði kynini.


Haldi, at óskrivaðu reglurnar framvegis eru, har menn kunnu loyva sær meira enn kvinnur, og kanska ikki altíð nýtast at vera eins væl ílatnir. At teirra rásarúm er størri – til dømis í mun til at vera ógvusligir í skrift og talu. Eg haldi, at djúpt í mentan og siðvenjum okkara liggur ein væntan til kvinnur um, at tær skulu vera siðiligar og fittar, tosa pent, akta o.s.fr. Dómurin og revsingin av kvinnum, sum gera uppreistur, standa við sítt, ella traðka við síðunar av, er framvegis í dag ofta harðari enn fyri menn. Og eg upplivi, at “gatekeepararnir”, tey - ella ofta teir - sum ráða, hava lættari við at lyfta fram tær kvinnur, sum gera og siga tað, sum teir ynskja at hoyra. Sagt eitt sindur fýrakantað og uttan at generalisera - at uppreistur í summum førum kann løna seg fyri menn, men ofta verður revsaður fyri kvinnur.


Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Viðgangi at eg feldi eitt tár, tá vit runnu ígjøgnum Sandoyartunnilin og komu á oynna hinumegin.  


Júst ætlanin at knýta Eysturoyar- og Sandoyartunnilin saman, fyri at fáa nóg gott fíggjarligt haldføri í hesa risaverkætlan, var tað, eg brúkti mest tíð upp á sum landsstýriskvinna í vinnu- og samferðslumálum, tá eg júst var blivin politikari. Síðani hava stóru løturnar verið nógvar. Til dømis, tá tað eftir áralangt stríð eydnaðist at fáa samtykt eina lóg, sum loyvir samkyndum at giftast borgarliga. Sigurin snúði seg um eitt rúmligari samfelag og var alneyðugt at vinna. At eitt talsfólk fyri brekøkið nú er sett, er eisini stórt. At sjúkrahúsini vórðu savnað í einum stovni var so neyðugt. Tað var eisini ein sigur, tá ein náttúruvernarlóggáva loksins skuldi koma á mál, ella tá tey stóru fetini eru tikin í barsilsskipanini, sum nú bara manglar at gerast til eina flex-skipan, sum í nógv størri mun tekur atlit til, at familjur og teirra tørvur eru so ymisk. Niðurskurður av blokkinum og fleiri yvirtøkur hava verið hesi árini, og vit eru komin sera nær at vera fíggjarliga sjálvbjargin. Fyri at nevna nøkur mál, sum hava fylt í mínum politiskar arbeiði.


Tað er umráðandi at strika undir, at eingin ger nakað einsamallur í politikki. Tað skulu 17 atkvøður til, og aloftast eru tað fleiri fólk úr ymiskum flokkum, sum leggja orku og hjartablóð til. Tað er so langt ífrá altíð tey, sum klippa snórarnar og eru undir framljósunum, ið tóku tyngstu tøkini. Tað er so umráðandi, at tú kennir, at politiska arbeiði títt ger mun.


Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Ger tað! Tað er ein so gevandi og spennandi ferð at vera politikari, og tú mennist og lærir nógv – ikki bara um samfelagsviðurskifti, men um menniskju og samspæl, uppá gott og minni gott. Og tú kanst veruliga gera mun.


Um ein flokkur biður teg stilla upp, og tú ivast, hvørt hetta er rætti flokkur, so tak tær neyðugu tíðina at finna útav, um tíni virði samsvara við floksins. Ikki bara við at lesa, hvat flokkurin sigur seg standa fyri, men við at hyggja eftir, hvørja støðu hann hevur havt til ymisk mál. Tosa við fólk, tú hevur álit á, og gjarna fólk, sum kenna flokkin.


Ver medvitin um, hvør tú ert. Lívsroyndir røkka langt, og tað er gott, um tú hevur arbeiðsroyndir, handliga ella bókliga útbúgving, tí so tú hevur aðra barlast. Finn tær fólk uttanfyri politisku skipanina, ið til ein vissan grad skilja politikk, sum tú kanst sparra við og sum lofta tær, skuldi tú komið í ein ódnarstorm.


Vilt tú veruliga gera mun, so set tær nøkur mál, sum tú ynskir og ætlar at fremja, og finn fólk, sum kunnu hjálpa tær. At vera erlig yvirfyri tær sjálvari, er umráðandi, skal ein ikki enda sum ein veðurhani, sum skiftir meining, alt eftir, hvagar vindurin blæsur.


Tað er so umráðandi at tú hvønn dag kennir, at politiska arbeiði títt ger mun. Ger tað ikki tað, so flyt teg higar, sum tú fært ávirkan. Ver loyal, arbeiðssom og stuðlandi. Men, hav eisini dirvið at siga frá. Tað kann vera nógv truplari enn ein heldur, og tað fær viðhvørt avleiðingar. Tí er gott at hugsa um, hvørjir kampar, ið eru neyðugir at taka.


Lat teg ikki ræða av miðlamyndini av politikki, har tað jú aloftast eru ósemjurnar, at ljós verður varpað á. Veruleikin er, at í heilt nógvum málum samstarva politikarar væl, og vit finna nógvar loysnir í truplum málum, tvørturum floksmørk. Vit drekka aloftast kaffi saman í góðum hýri, eisini eftir eitt hart orðaskifti í tingsalinum. Og eg havi í hvørjari einastu tingsetu kunnað glett meg um úrslit, sum eru nádd, tí tað er eydnast tvørturum floksmørk at fáa skilagóðar semjur og avgerðir. Eisini tey mongu árini í andstøðu.


Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Vit kunnu seta fokus á politiska arbeiðið og kvinnur í politikki soleiðis sum Demokratia ger. Áðrenn Demokratia kom, vóru vit nakrar, sum virkaðu í einum tvørpolitiskum netverki, ið skipaði fyri tiltøkum, fyri at eggja kvinnum til at stilla upp. Fleiri av kvinnunum, sum luttóku og talaðu, gjørdust seinni politikarar.


Tað er eisini umráðandi, at allir fjølmiðlar biðja kvinnur eins væl og menn um at úttala seg um ymisk tíðindi og viðkomandi mál, sum eru frammi. Hetta ljóðar kanska sum ein sjálvfylgja, men er tað als ikki. Tað verður sagt, at kvinnur bera seg undan at standa fram. Møguliga eitt veit av sannleika er í tí, men tað, at menn framvegis eru so nógv sjónligari í almenna rúminum, snýr seg um, at teir eru ovast og nógv flestir á keldulistunum hjá miðlunum. At teir síggjast nógv betri. Haldi tó, at flestu miðlar í dag halda vakið eyga.


Og so eiga vit at fáa veljararnar at hugsa seg um. Spyrja: Hví velja vit framvegis 70% menn og einans 30% kvinnur í Løgtingið? Til seinasta løgtingsval vórðu enn einaferð einans 10 av teim 33 valdu, kvinnur. Og hví eru 67% av býráðslimunum enn menn? Hetta lutfallið hevur staðið í stað í nærum 15 ár. Hví? Í skrivandi stund eru vit fyri fyrstu og einastu ferð í søguni við at fáa eitt landsstýri við fleirtali av kvinnum, og so verður straks leikað í um manglandi javnstøðu.


Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg síggi greitt glottar. Kvinnur sita nú í nøkrum av teimum tyngstu landsstýrissessunum. Og vit síggja ung fólk taka við í politikki, eisini lokalpolitikki, har eitt nú ein ung kvinna er borgarstjóri í Høvuðsstaðnum. Tað er eitt gott tekin.


Niðanbrekka er framvegis, sum víst á omanfyri, tí vit síggja eitt nú, at fleiri flokkar framvegis hava lættari við at finna skikkaðar menn til landsstýrissessir enn kvinnur, eisini onkur flokkur, har tað bara kann undra. Kvinnur mugu fáa kensluna av, at tær hava sama møguleika at virka og menna seg í politikki. Og menn og kvinnur mugu standa saman um at fremja javnstøðuna.


Í restini av samfelagnum eru eisini fleiri týðandi lop hend, har kvinnur nú eru í leiðandi størvum, sum áður altíð vóru menn. Bankarnir, Landsbankin, Havstovan, Atlantsflog, tryggingarfeløg o.s.fr.


Spurningurin er so, um tann hvassi tónin á sosialu miðlunum, og tann ráa viðferðin, sum ofta er av politikarum, fer at halda kvinnum frá at stilla upp. Kvinnum og monnum, og serliga ungum fólki, sum okkum eisini tørvar nógv fleiri av í politikki.


Okkum tørvar minst líka nógvar kvinnur sum menn í politikki, tí tað breiðkar heilt vist um vitan og sjónarhorn. Tess fleiri, sum umboða ymiskar veljarar, arbeiða saman, tess færri blindvinklar eru. Og at kvinnur eru minst eins væl egnaðar sum menn til politikk, er vónandi eingin, sum ivast í longur.


Ein mentorskipan fyri kvinnur, sum hava áhuga og hug at fara uppí politikk, kundi eisini gjørt mun.


At enda vil eg siga, at í einum sunnum fólkaræði er ein góð javnvág millum menn og kvinnur, ung og eldri, og umboðan úr ymiskum samfelagsbólkum. Lat okkum í felag royna at lyfta hetta fram í ljósið, so vit øll gera okkara fyri eitt enn betri og sterkari fólkaræði.