Demokratia búmerki

Ger tær greitt at politikkur er eitt taktiskt spæl

01. mars 2026
Í sambandi við komandi løgtingsval hevur Demokratia bjóðað fyrrverandi og núverandi kvinnuligum landspolitikarum sess í Violetta stólinum at svara nøkrum spurningum. Sum fyrimyndir greiða tær frá um sítt egna politiska virki, og eisini siga tær sína hugsan um útlitini fyri størri kvinnuluttøku í føroyskum politikki.

Heidi Petersen, sum er vinnulívskvinna og fyrrverandi tingkvinna fyri tjóðveldi, svarar hesa ferð okkara spurningum.

Eftir at hava sitið í bygdaráðnum í Vestmanna, stillaði Heidi Petersen upp til løgtingsval á fyrsta sinni í 2004. Heidi varð vald inn beinleiðis, hóast hetta ikki var væntanin, og sat hon á tingi fyri Tjóðveldi fram til 2008. Tá var hon ein av bara trimum kvinnum á løgtingi.

Heidi minnist millum annað aftur á, at hon var tann fyrsta á tingi at reisa málið um, at Føroyar áttu at fingið ein størri part av makrelkvotuni í strandalandaavtaluni.

 


Navn: Heidi Petersen


Politiskur flokkur: Tjóðveldi


Borgarligt starv: Vinnulívskvinna


Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Havi altíð havt stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum. Var vald inn í bygdarráðið í Vestmanna frammanundan, og so var tað eitt sindur av tilvild, at eg stillaði upp til løgtingsvalið í 2004. Var forkvinna í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og eitt uppstillað valevni tók seg av listanum, beint áðrenn listin skuldi latast inn, og eg var biðin um at koma á listan ístaðin. Eg játtaði, men hevði als onga væntan um, at eg fór at verða vald, men tað bleiv eg. Orsøkin fyri meg var heilt einfalt, at eg vildi vera við har avgerðirnar vórðu tilknar. Serliga at hava ávirkan á, hvussu okkara fíggjarliga orka varð brúkt, og at vera við at seta fokus á økir, eg helt ikki lógu nóg frammaliga í politisku raðfestingunum. Hetta var bæði innan vinnulívið, mentan og sosiala økið.


Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Mínar kvinnuligu fyrimyndir eru Karin Kjølbro og Marita Petersen, sum altíð framførdu síni sjónarmið sakliga og við væl undirbygdum argumentum.


Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Haldi tað bleiv lurtað við áhuga, tá eg førdi míni sjónarmið fram við sakligum argumentum, men eg helt, at tað kanska ikki varð lurtað heilt so væl, at tað fluttið málið nakað serligt. Men tað legði nokk ein spíra, sum so seinni kundi flyta málið fram á leið, soleiðis at tað kundi geva meining fyri meg.


Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Størsta avbjóðingin var, tá partamenn løgdu eftir mær persónliga. Tá var umráðandi at halda fokus á politiska málið og duga at síggja, at teir føldu seg hóttar upp á sítt politiska vald og kanska manglaðu argumentir.


Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari
Dugi ikki at siga nakað ítøkiligt um, hvørt mítt kyn hevur gjørt mun fyri, hvussu eg eri møtt sum politikari. Vit vóru bara tríggjar kvinnur á løgtingi tá frá 2004 til 2008, so er føldi kanska, at tað var torført at koma við í politisku “alliansurnar” saman við monnunum í tinginum. Men hetta var kanska eisini tí vit vóru í andstøðu hesi árini, og tá er ikki lætt at fáa beinleiðis ávirkan.


Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Haldi ikki, eg kann siga, at eitt ávíst mál var mín størsti sigur. Sat fýra ár í andstøðu, og bara eitt lítið ár í samgongu, so eg hevði avmarkaðar politiskar møguleikar. Men eri errin av, og fegin um, at eg var við til at seta fokus á, og harvið vera við í, tilgongdini at bera samfelagið fram á leið. Hetta varð gjørt m.a. í málinum um at bøta um umstøðurnar hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum, og at heimleys kundu fáa serligt búðtilboð. Eg var eisini við til at bøta um barsilsskipanina, at fáa búskapargrunnin settan á stovn, og at skipa tjóðarlundir í Føroyum var eisini eitt mál, eg var við til at fáa fram í tinginum. Skúladepilin í Markangilið, og fleiri tímar til enskt-undirvísing í fólkaskúlanum eru millum málini, eg var við til at fáa fram og framd.


Men eitt er kanska serligt, og sum eg eri sera errin av - at eg nokk var fyrsta løgtingsfólk, sum reistið málið í tinginum um, at Føroyar áttu at fingið ein størri part av makrelkvotuni í strandalandaavtaluni. Hetta var i 2007. Tað málið bleiv ikki væl móttikið, men endaði seinni við, at Føroyar fingu munandi størri part av kvotuni. Kvotan bleiv næstan trífaldað, og hevur hetta skapt milliardainntøkur fyri Føroyaland.


Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
At gera sær greitt, at politikkur er eitt taktiskt spæl. At forhandla, geva og taka. Og so er tað týdningarmesta at finna fram til kompromiini; at læra seg at liva við, at tú fært ikki alt, men eitt sindur. Og tað er yvirskipað sæð nokk besta loysnin, tí tú hevur nokk fevnt um flestu áhugamálini, væl vitandi, at viðhvørt ert tú noydd at gera skipanir, sum bert eru fyri tey fáu.


Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Haldi vit skulu innføra kvotuskipan, soleiðis at vit tryggja báum kynunum minimum 40% av umboðan í øllum nevndum, ráðum og á løgtingi. Her hugsi eg serliga um at framtíðartryggja demokratisku skipanina, so vit kvinnur, og seinni serliga menninir, í framtíðini eisini eru tryggjaðir umboðan í allari skipanini, tí sum gongdin er nú, so yvirhála vit kvinnur nokk menninar um stutta tíð.


Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Sum eg longu nevndi í undanfarna spurningi, so vænti eg, at kvinnurnar fara at koma sterkar framat allastaðnis í umsiting, nevndum, bygda- og býráðum og í løgtinginum, og tí mítt uppskot at tryggja báðum kynunum minimum 40% umboðan. Tí vit vita, at vitan er vald, og sum gongdin er í dag, so eru tað kvinnurnar, sum eru raskari at søkja sær útbúgving og vitan, og harvið vald.