Um tú vil so ger tað - vit hava brúk fyri tykkum!
Hesa ferð eigur Eyðdis Hartmann Niclasen sessin. Eyðdis er fyrrverandi borgarstjóri í Vága kommunu og stillaði upp til løgtingsval á fyrsta sinni í 2019. Í 2022 varð hon vald inn á løgting fyri Sambandsflokkin.
Navn: Eyðdis Hartmann Niclasen
Politiskur flokkur: Sambandsflokkurin
Borgarligt starv: Stjórnarskrivari
Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Eg bleiv biðin um at stilla upp, meðan eg sat sum borgarstjóri í Vága kommunu. Í tí arbeiðinum fekk eg ein vaksandi áhuga fyri landspolitikki og teimum størru avgerðunum, sum ávirka okkara samfelag og framtíð. Eg kendi, at eg hevði bæði royndirnar og viljan til at gera mun, og tí tók eg av møguleikanum at stilla upp fyri Sambandsflokkin.
Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Eg havi ikki havt nakra einstaka fyrimynd, men eg havi altíð havt virðing fyri fólkum, sum tora at taka ábyrgd og arbeiða fyri betri karmum fyri onnur. Serliga havi eg verið hugtikin av sterkum kvinnum, sum hava gingið undan og víst, at tað ber til at sameina leiðslu, fakligheit og integritet.
Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Mínar fyrstu upplivingar vóru bæði spennandi og avbjóðandi. Umhvørvið setir krøv um dirvi og nærlagni, men sanniliga eisini, at mann skal læra at standa fast við síni virði.
Eg kendi eisini eina stóra ábyrgd, serliga sum kvinna í einum umhvørvi har vit eru fáar kvinnur, men tað gav mær eisini styrki og dirvi.
Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Tann størsta avbjóðingin hevur verið at standa í einum sterkum og til tíðir hørðum kjaki, har nógv hava havt sterkar kenslur, men greiðar og ymiskar meiningar. Tað hevur kravt ró, styrki og evni at halda fokus – eisini sjálvt um tað mangan endaði við, at ljóskastarin vendi dekan og ofta beint á mín persón.
Politikkur er ikki altíð einfaldur. Men um mann stillar upp, so er tað tí, mann er klár at taka ábyrgd - eisini tá tað merkir, at mann stendur meira sjónlig enn mann sjálv hevði valt – og serliga tá mótstøðan er stór.
Eg havi lært nógv av teimum royndunum.
Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Ja. Men tað fara vit kvinnur at gera ein enda á - við hjálp frá góðum monnum :)
Samstundis haldi eg, at kvinnur kunnu geva eitt týdningarmikið íkast við øðrum sjónarhornum og royndum, og sum styrkja politisku avgerðirnar.
Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Tann størsta kenslan av stoltleika kemur heilt klárt frá álitinum, eg havi fingið frá veljarunum. At sleppa at umboða tey er bæði ein heiður og ein ábyrgd.
Eg eri stolt av at hava havt dirvið at taka støðu og seta fokus á týdningarmikil mál, eisini tá tað ikki er lætt.
Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Mítt ráð er: Um tú vil, so ger tað - vit hava brúk fyri tykkum! Ongin nýtist at vera perfekt. Tað krevur, at mann hevur viljan at arbeiða og torir at brúka sína rødd. Og tað týdningarmesta er at vera trúgv móti tær sjálvari og teimum virðum, tú stendur fyri.
Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Vit mugu virka fyri at skapa eitt rúm, har kvinnur kenna seg vælkomnar og virðismettar í politikki.
Fleiri fyrimyndir og jaligur stuðul kunnu gera stóran mun, men onki kemur av sær sjálvum.
Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg eri vónrík. Eg síggi fleiri ungar kvinnur, sum púra natúrliga taka orðið og hava greiðar meiningar um samfelagið og framtíðina.
Men, men. Samstundis mugu vit ikki halda, at tey vunnu rættindini eru sjálvskrivað. Vit hava sæð, eisini í londum, vit vanliga samanbera okkum við, so sum USA, at rættindi kunnu verða tikin aftur, tá politiski viljin broytist. Tað minnir okkum á, at vit mugu fremvegis vera tilvitaðar og taka ábyrgd.
Eg trúgvi, at fleiri kvinnur fara at taka stigið inn í politikk komandi árini. Tað er týdningarmikið - tí umboðan hevur týdning, og rættindi mugu verjast og varðveitast.
