Kvinnur eiga sítt sjálvsagda pláss har politikkur verður førdur
Hesa ferð hoyra vit frá Eyðgunn Samuelsen, sum er tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í Fíggjarnevnd Løgtingsins. Eyðgunn er harumframt fyrrverandi forkvinna í Demokratia, sum kundi vísa á sera góð úrslit í 2008.
Navn: Eyðgunn Samuelsen
Politiskur flokkur: Javnaðarflokkurin
Borgarlig starv: Økisleiðari og undirvísari á Tekniska skúla í Klaksvík
Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Eg havi altíð verið sera áhugað í politikki og javnstøðu. Eri sannførd um, at kvinnur eiga sítt sjálvsagda pláss allastaðni har politikkur verður førdur.
Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Marita Petersen, ið var Føroya fyrsta løgkvinna í ringastu kreppuárunum, hevur verið ein stór fyrimynd. Hon stóð stinn og røkti sessin sera væl, hóast nógvan ágang.
Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
At ein var væl móttikin, men væntanin var, at mann skuldi halda seg til tey meira bleytu økini sum sosialmál og mentamál, og ikki, sum eg, fíggjar- og búskaparmál. Tað ber til at fokusera á onnur mál enn tey sonevndu bleytu málini, tí eg bleiv vald til forkvinnu í fíggjarnevndini, beinanveg sum eg tók sæti á løgtingi í februar 2008.
Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Tað stóð nógv á, tá ið eg sum landstýriskvinna í almannamálum fekk semju um pensjónsnýskipanina, ið hevði ligið á láni í nógv ár. Umframt at fólk, ið vóru niðurslitin nú kundu fara frá áðrenn vanliga pensjónsaldurin, eydnaðist tað eisini at hækka útgjaldið til vanliga fólkapensjónistin, soleiðis at tey fingu ein munandi fíggjarliga lættari gerandisdag.
Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Ja, kritikkurin er sera harður um okkurt ikki lukkast, og ofta vera eginleikar, sum hava við títt kyn at gera, brúktir í kritikkinum.
Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Ein sera stór løta var løgtingsvalið í 2008, tá ið eg sum tann fyrsta forkvinnan í Demokratia upplivdi, at tað komu væl fleiri kvinnur á ting, enn til valið frammanundan. Talið av valdum kvinnum í løgtinginum fór úr 3 upp í 7, og hóast hetta er eitt lágt tal, so varð umboðanin meir enn tvífaldað. Vit í Demokratia høvdu verið sera virkin um alt landið, bæði uppundir og í valstríðnum.
Tann stórsta løtan, eftir at eg varð vald á ting, var, tá ið eg sum landstýriskvinna í almannamálum bar Vælferðarlógina niðan í løgtingið. Líka so stórur var ósigurin, tá ið lógaruppskotið ikki kom aftur úr nevnd, áðrenn tingið fór heim. Men í politikki má tú tola, at tað gongur ímóti viðhvørt. Hetta var tann fyrsta føroyska sosiallógávan, og eg hevði, saman við sera dugnaligum og eldhugaðum embætisfólkum, brúkt næstan 2 ár upp á hetta arbeiðið.
Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Halt teg framat og halt ikki, at tú ikki dugir ella ikki er góð nokk. Ongin dugir, fyrr enn mann hevur roynt tað, og tað er ongin munur á kvinnum og monnum, tá ið tað kemur til at megna tingarbeiðið.
Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Vit mugu framhaldandi eggja kvinnum at stilla upp, og vit, ið eru valdar, mugu ganga undan sum fyrimyndir og hjálpa, har vit kunnu. Arbeiðið at fáa kvinnur virknar í politikki má ikki steðga upp.
Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg vóni og vænti, at tað verður eins natúrligt at velja eina kvinnu sum ein mann. Vit hava havt fleiri kvinnur í sessum sum landsstýrisfólk, fíggjarmálaráðfrúur í uttanríkis- og vinnumálum, og í løgtinginum sum forkvinna í fíggjarnevndini og vinnunevndini, og løgtingsforkvinnur. Hetta vísir okkum øllum, at kvinnur kunnu sita í øllum sessum og stýra eins væl og menn. Mín vón er, at hetta smittar av, so enn fleiri kvinnur verða umboðaðar í politikki og í øllum sessum.