Demokratia búmerki

Ger tað, stilla upp!

19. desember 2025
Demokratia hevur bjóðað fyrrverandi og núverandi kvinnuligum landspolitikarum sess í Violetta stólinum í sambandi við løgtinsvalið 2026.

Tann fyrsta politiska fyrimyndin at svara spurningum um sína politiska yrkisleið er Katrin Kallsberg.

Navn: Katrin Kallsberg


Politiskur flokkur: Tjóðveldi


Borgarlig starv: Yvirlækni


Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Tað vóru fleiri orsøkir til at eg tók avgerðina at royna meg í politikki. Eg hevði (og havi ) sjálvandi ein áhuga
fyri hvussu vit skipa okkum her í landinum, serliga innan heilsuøkið. Tá eg tók avgerðina sat eg sum
forkvinna í javnstøðunevndini og fekk har innlit í nógvu økini, har pláss var til forbetring. Høvuðsorsøkin til
avgerðina vóru tó míni børn, eg vildi vera við at geva mítt íkast til at Føroyar áhaldandi kunnu vera eitt enn
betri útbygt vælferðarsamfelag, við øllum teimum møguleikum hjá uppvaksandi og komandi ættarliðum,
sum vit taka fyri givið. Harumframt ynskti (og ynski) eg at tryggja eitt samfelag har ymiskleikin hevur rúmd.


Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Eg hevði og havi fleiri fyrimyndir í politikki, og hóast Tjóðveldi hevur nógvar fyrimyndarligar kvinnur, sum eg
síggi upp til, so má eg nevna Karina Kjølbro sum eina fyrimynd.


Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Fyrstu upplivingarnar sum kvinna í politikki vóru jaligar.


Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Stórsta avbjóðingin var at taka avgerðina um at stilla upp. Tá tann avgerðin var tikin var eg so heppin at
sleppa inn um tinggáttina og so byrjaði arbeiðið. Har var sjálvandi nógv nýtt at fyrihalda seg til, men tað var
áhugavert og eg fekk sum trivnaðarnevdarforkvinna sera góða hjálp frá fakliga skrivaranum, umframt
uppbakning frá tingbólkinum.


Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Kynið hevur havt nakað av ávirkan í virkinum skilt á tann hátt at tað hevur verið brúkt í ymiskum
argumentatiónum hjá ’mótpartinum’, men sjálv havi eg eisini brúkt tað at eg eri mamma til dømis í mínum
argumentum, so har gongur helst líka upp :)


Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Har eru sera nógvar stórar løtur at minnast aftur á, og ilt at nevna nakað ávíst. Løtan tá eg tók sætið á
Løgtingi, fyrsta skrúðgongan og løtan í kirkjuni eru stórar løtur fyri meg persónliga. Av politiskum sigrum
kundi eg nevnt løtuna, tá broytingin í hjúnarbandslógini varð samtykt sum eina stóra løtu, serliga tí
tilgongdin í málinum var so sera drúgv og hetta málið hevði sera stóran týðning fyri nógvar borgarar. Lógin
um familjuískoyti, lógin um etiskt ráð og menningarætlanin fyri heilsuverkið og mong onnur mál eri eg fegin um at hava verið partur av. Tí ongin ivi er um at ongin ger nakað einsamøll, allar betringar verða gjørdar í samstarvi við onnur úr øðrum flokkum.


Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Ger tað, stilla upp! Kvinnur eru vanar at ’stýra’ eini familju og einum húsarhaldi, sjálvandi kunnu vit fullvæl
sum hitt kynið koma við okkara íkasti til politikkin.


Hvat heldur tú, at vit sum samfelag, kunnu gera fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Áhaldandi varpa ljós á kvinnur í politikki. At fleiri flokkar nú hava forkvinnur er ein leið. Harumframt at halda
á við arbeiðnum Demokratia ger at stuðla undir at økja talið av kvinnum í politikki.


Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg vænti at fleiri kvinnur fara at gera seg galdandi innan politikkin í framtíðini, innan allar flokkar. Vit síggja
yngru kvinnurnar, sum eru sera dugnaligar, so mín vón og væntan er at vit fara at síggja enn fleiri kvinnur í
øllum flokkum og innan øll øki í politikki.