Veljarin vildi størri javnstøðu enn vit fingu
Mynd: Sverri Egholm
Formaðurin í Demokratia, Niels Uni Dam, vitjaði í útvarpssendingini Breddin fríggjadagin 15. november, har kommunuvalið og kvinnuumboðan vórðu umrødd.
Formaðurin greiddi frá, at hóast næstan 38 prosent av atkvøðunum vóru á kvinnur, fingu kvinnur bara 33 prosent av sessunum, tá tað kom til stykkis. Sostatt vildi veljarin størri javnstøðu enn vit fingu.
Kvinnuumboðanin minkaði úr 36 prosentum niður í 33 prosent. Men tó so gevur hetta okkum eina vón fyri, at Føroyar enn eru á rættari leið, segði Niels Uni Dam.
Tí á kommunuvalinum vóru kvinnuligu valevnini eisini fleiri enn nakrantíð áður. Hetta vísir, at flestu flokkar og listar nú taka kvinnur í álvara og geva teimum rúm. Hetta gevur okkum øllum eina grund at byggja víðari á.
Nevndin í Demokratia fer í næstum at eftirmeta valstríðið og brúka tað í fyrireikingunum til løgtingsvalið, sum vætandi verður í 2026.
Hoyr sendingina Breddan her