Demokratia búmerki

Tað eru okur, ið skulu framtíðartryggja bygdirnar

11. november 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Halltóra Joensen kommunustýrislimur í Sumbiar kommunu.

Navn: Halltóra Joensen


Kommuna: Sumbiar kommuna


Borgarligt starv: Útbúgvin løgreglukvinna, men arbeiði nú á Ítróttaháskúlanum í Vági.


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki:


- Varðaborgarstjóri 2020-2024.


- Umboð fyri kommununa í IRF.


- Umboð fyri kommununa í Sumbiar Sóknar bygdarsavnið.
 
- Umboð fyri kommununa í skúlastýrinum.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað besta er, at man hevur ávirkan á, hvat verður gjørt, og hvussu hetta verður prioriterað. Tað er ein sera stór ábyrgd at sita í kommunustýrinum, tí at tað eru okur, ið skulu framtíðartryggja bygdirnar, soleiðis at okra eftirkomarar hava góðar sømdir, mennast og trívast í okra kommunu.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Sum kvinna í kommunustýrinum vari je mest av teimum bleytu virðunum. Trivnaðurin hjá okra børnum, ungdómi, miðalaldrandi og gomli er sera umráðandi. Tó havi je fjølbroyttar arbeiðsroyndir, og við teimum geri je mítt besta fyri, at taka tær røttu avgerðirnar til hvørt einstakt mál á kommunufundunum.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Mítt hjartamál og ynski er, at vera við til at gera kommununa til eina enn betri kommunu, at virka og búgva í fyri allar borgarar. Tað er sera umráðandi, at øll eru umboðaði í kommunustýrinum fyri at kunna virka fyri tí, sum er best fyri øll. 


Eitt heilsugott demokrati hevur brúk fyri ymiskum royndum og áhugamálum, har avgerðirnar skulu takast. Í hesum samanhangi føli je, at tað er umráðandi, at je, eisini sum kvinna, velji at stilla upp til kommunuvalið. 
Alt je kann minnast, havi je verið áhuga og virkin í lokalsamfelaginum.


Trivnaðurin, gott samanhald og góðar relatiónir eru øll lyklaorð í mátanum, je ynski at mynda mína umboðan. Je haldi, at kommunustýrið skal hugsað nógv ár fram, leggja eina stratigi fyri, hvat skal gerast, so at okra kommuna hevur tað gott og veksur.
Tað er við hesum okur mennast og saman finna loysnir, sum framtíðartryggja eina kommunu sum okra. Fáa fleiri barnafamiljur at seta búgv. Skapa trivnað og umstøður til vinnulívið.


Je vil virka fyri, at eldraíbúðir vera bygdar, soleiðis at okra eldru borgarar kunna njóta tíðina, og ikki hugsað um at viðlíkahalda síni hús.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð?Je stillaði upp til síðsta val, tí at ongin kvinna var í kommunustýrinum. Tað er sera umráðandi, at øll eru umboðaði í kommunustýrinum fyri at kunna virka fyri tí, sum er best fyri øll. Eitt heilsugott demokrati hevur brúk fyri ymiskum royndum og áhugamálum, har avgerðirnar skulu takast. Í hesum samanhangi føli je, at tað er umráðandi, at je, eisini sum kvinna, velji at stilla upp til kommunuvalið. 


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Je eri sera glað fyri, at okur hava hækkað barnafrádráttin, gjørt spælipláss og bátabrúgvar í Lopra, undirhús við kortspæli, ungdómshús og bygdaprát í vetrarhálvuni í Sumba, páskareggjaveiðu fyri børnunum og pynta bygdirnar til jólar.


Je eri sera fegin um, at Sumbiar Sóknar Bygdasavn bleiv flutt úr húsinum hjá Leivuri og eystur í Akraberg. Har eru stór og góð hølir, soleiðis at allir lutirnir koma til sín rætt. Serstakt er stóra fuglasamlingin. Afturat hesum eri eg fegin um, at nevndin í Sumbiar Sóknar Bygdarsavnið hevur opnað handilin “hjá Leivuri” aftur. Tað er eydnast, tí at ein góð krambakvinna er sett at reka handilin. At hava ein handil í einari lítlari bygd, hevur ómetaliga nógv at siga fyri trivnaðin. Tað er ofta her man fær sær eitt gott bygdaprát, og tað er gull vert - at merkja okur koma hvørjum øðrum við.


Ætlar tú at halda fram næstu setu Um borgarirnir í okra kommunu meta, at je eri skylagóð, so vil je fegin halda fram. Je stilli uppaftur við vón um kvinnuliga umboðan í kommunustýrinum. Je havi nøkur hjartamál, ið je ynski at gjøgnumføra.


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Je fari at halda fram við at betra um trivnaðin hjá øllum borgarum. Fáa nýggjar familjur at seta búgv við at planera grundstykkir.  Fáa góðar karmar til spælistovuna hjá dagrøktini og byggja eldraíbúðir.


Je fari at arbeiða fyri, at kommunufundirnir verða stroymdir, soleiðis at øll hava møguleika at vera við. Je haldi, at tað er sera umráðandi, at øll kunnu fáa eitt innlit í okra arbeiði og avgerðir. Og hvør veit, kanska hetta eisini kann birta áhugan hjá øðrum at stilla upp til val.


Fari at arbeiða fyri at broyta byggisamtyktina fyri neystini í Sumba, Lopra og Økrum, soleiðis at møguleiki er fyri, at neystini kunna vera neyst/frítíðarhús. Tað hevði skapt lív og trivnað. Je ynski at útstykkja fleiri neystagrundir í Lopra.


Tað er sera gleðiligt, at Sumbiar Ítróttarfelag er endurstovnað, so nú má kommunan virka fyri, at kappróðrarneystið í Lopra verður innrættað. Soleiðis at karmarnir til kappróðurin eru góðir.


Hví skal man stilla upp til kommunuval? Fyri at hava ávirkan á umstøðurnar í kommununi. Við hesum at betra um umstøðurnar hjá øllum borgarum, so at øll trívast. Je vil eggja øllum til at stilla upp, ið hava hjartamál at gera kommununa til bestu kommununa at búgva í í Føroyum.