Eg eiti Jacoba í Homrum og eri 38 ár, búðsitandi í Lopra, gift við Rúna í Homrum og mamma at 2 børnum.
Eg eri undir útbúgving sum heilsuhjálpari á Heilsuskúlanum. Eg havi arbeitt á Hamragarði síðan 2015.
Eg bjóði meg fram aftur sum valevni í Sumbiar sókn.
Mítt hjartamál er at ein loysa trupuleikan, hvar í dagrøktin skal vera.
Trivnaðurin verður raðfestur, at tað skal verða gott og bíligt at búgva her, fyri tey eldru og barnafamiljur í kommununi.
Eldraøkið má setast í fokus.
Fríðka um í sóknini og gera fríøkir.
Vit skulu fara og kanna møguleikar fyri at byggja íbúðir, har tey eldru og barnafamiljur hava møguleika fyri at seta búgv her í sóknini.