Eg eiti Rannvá í Túni Petersen, eri 47 ár, gift við Jan Petersen, og saman eiga vit 3 børn.
Eg havi sitið í býráðnum í Nes kommunu hesa seinastu setuna. Eg havi sitið í mentanarnevndini, trivnaðarnevndini og burðardygd.
Eg havi valt at stilla uppaftur, tí eg føli, at eg havi so nógv meira at geva kommununi og vil vera við til at tryggja, at kommunan heldur somu kós, sum hon hevur hildið tey seinastu árini.
Fólkavøksturin í Nes kommunu hesa setuna er stórur, so okkara uppgáva er, at vit sum kommuna klára at lofta øllum, sum vilja seta búgv í okkara kommunu. Vit skulu framvegis hava grundstykkir tøk bæði til sethús og íbúðarblokkar. Vit skulu framvegis hava bestu vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og skúla. Frítíðarskúlin skal gerast liðugur í 2025, og vit mugu í holt við 80’ara byggningina í skúlanum.
Allur ítróttur hevur høga raðfesting hjá mær - vit skulu tora at fara í holt við at byggja eina flogbóltshøll og fáa umstøðurnar runt Svangaskarð liðugtgjørdar. Byggja vit eina flogbóltshøll, leysgeva vit nógvar tímar í fimleikahøllini til t.d. Ravn.
Vit skulu menna mentanartiltøkini. Gera fleiri grøn økir og okkurt savningarstað í bygdini. Spæliplássini skulu fáa enn fleiri pengar játtaðar árliga.
Barnafamiljurnar skulu hava bestu kor. Tað bjóða vit við at hækka barnafrádráttin, minka ansingargjaldið og hækka frítíðarkortið. Lækka vit skattaprosentið, raka vit øll!
Tey tingini sum ikki virka so stór, men sum tó fylla nógv - so sum parkering, vegir og fríðkan sum heild, eiga vit at seta meira pengar í og gera enn betri.
Kavaruddingin virkar væl og skal tað framvegis. Kampingvognarnir skulu fáa eitt fast pláss at standa á. Spillvatnsætlanin skal gerast liðug í komandi setu.
Vit eiga at samstarva við kommunurnar her á leiðini við at seta ein integratiónssamskipara.
Vit hava sett pengar av til at byrja uppá miðstaðarøkið við Oyrarnar - tað er gott. Umstøður til dypping og aðra vælveru kunnu gerast heilt skjótt.
Eg elski at búgva í Nes kommunu, og velja tit meg týsdagin, fari eg at gera mítt allarbesta fyri at umboða tykkum á besta hátt í komandi setu.
Vel eina rødd, sum ikki smæðist, men torir at tosa hart og hava sína egnu meining!
Set X við Rannvá í Túni Petersen