Demokratia búmerki
Thilda Hansdóttir í Líðini
Trivnaðarlistin
Matarskipan

Thilda Hansdóttir í Líðini stillar upp fyri Trivnaðarlistan til kommunuvalið
Tað eru 10 ár síðan eg flutti vestur til Miðvágs, og eg má siga, at eg havi følt meg ómetaliga vælkomnan her vesturi frá fyrsta degi. Eg eri móttikin við jaligum prátum frá øllum her í kommununi.
Flest fólk her vesturi kenna meg frá Alduni, dyppiklubbanum í Vágum.
Eg havi ein stóran áhuga í at skapa eitthvørt fyri trivnað.
Eg havi veri ein partur av ítróttarnevndum eins og áhugafelagsnevndum, síðan eg kom vestur. Hetta dámar mær sera væl.
Eg fari at bjóða meg fram á Trivnaðarlistanum, tí eg havi nøkur hjartamál, sum eg kundi hugsað mær at verið við til at framt í verki.
Matarskipan og matpolitikkur í Vága kommunu
Tað er mín sannføring, at heilsugóður matur er við til at menna og stimbra børn, ung og gomul.
Tí er tað av alstórum týdningi, at vit fáa ein greiðan matpolitikk í kommununi, sum tryggjar, at øll børnini fáa heilsugóðan mat á øllum stovnum.
Nøkur stig eru tikin til hetta, av undanfarna býráði, men tað er ikki komið heilt á mál.
Í barnagarðinum í Miðvági, fáa børnini eina heita máltíð hvønn dag og hava tí ikki tørv at hava matpakka við, meðan tey í Sandavági ikki hava hetta tilboðið. Tað má vera sama tilboð í báðum støðum.
Heilsugóður skúlamatur er nakað, sum hevði gjørt, at næmingar høvdu verið nógv betur fyri í undirvísingini.
Kanningar vísa, at ókeypis skúlamatur minkar um sosialar ójavnar millum næmingar, gevur betri sunnheit og sterkari felagsskap. Kanningar vísa eisini, at børn, sum hava fingið eina ókeypis máltíð í skúlanum, taka longri útbúgvingar og fáa í miðal hægri løn enn tey, sum ikki hava fingið mat í skúlanum.
Ynskja tit, at góða gongdin skal halda fram í kommununi, veljið Trivnaðarlistan


X við Thildu Hansdóttir í Líðini

Vald við 0 atkvøðum
Thilda Hansdóttir í Líðini