Eg stilli upp á Borgaralistanum í Vága Kommunu
Eg eri 50 ára gomul og búsitandi í Sandavági. Eg eri gift við Jón og vit eiga tveir synir.
Eg eri útbúgvin løgfrøðingur og havi seinastu 20+ árini starvast í politisku skipanini innan almannaøkið, umframt í barnaverndartænastu og Familjufyrisitingini. Í løtuni eri eg deildarleiðari í Almannaverkinum.
Ert tú tvungin á listan ? “Hví stillar tú upp, ert tú tvungin á listan” ? Henda spurningin fekk eg ein dagin. Svarið var einfalt. Eg stilli upp av áhuga og ikki tí, at eg eri tvungin á listan. Eg bað tó ikki um at koma á listan, men bleiv spurd um at stilla upp. Tá eg fekk spurningin mátti eg hugsa meg væl um, tí eg havi ongantíð hugsað um meg sjálva sum politikara. Eftir at hava hugsað meg gjølla um, kom eg til ta niðurstøðu, at eitt av tí, sum drívur meg, er at betra um trivnað og lívsumstøður hjá menniskjum.
Kommunan er tann myndugleikin, ið er tættast borgaranum. Eg meti, at eg við mínum royndum innan politisku skipanina og við mínum fakligu førleikum innan almenna umsiting og almannaøkið kann vera við til at lyfta undir tað góða arbeiðið, ið undanfarin býráð hava gjørt. Tá tað ræður um at byggja land, standa vit á herðunum á teimum, ið hava verið undan okkum. Eg vil verða við til at tryggja teimum, ið koma eftir okkum eitt enn betur støði at standa á.