Eg eiti Berit Hovsgarð og eg stilli upp fyri fyrstu ferð í Hovi
Eg eigi ein son sum er 13 ár, vit búgva í Hovi. Eg arbeiði sum maskinmeistari hjá SEV.
Eg havi stillað upp til kommunuvalið í Hovi, tí eg vil vera við til at taka avgerðir um okkara framtíð.
Eg haldi eisini, at eg kann vera við til, at sikra mær, at tað framhaldandi verður ein góð kommuna at búgva í, soleiðis sum tað er.
Eg fari eisini at arbeiða við at fáa enn betur samstarv við allar hinar kommuninar í oynni.