Eg eiti Sára Jógvansdóttir, og eg stilli upp til kommunuvalið fyri aðru ferð í Vestmanna kommunu.
Tey skjótt fýra árini í kommunupolitikki hava verið sera áhugaverd, lærurík og góð.
Eg havi valt at bjóða meg fram aftur til komandi fýra árini, tí tað er so nógv, sum er sett út í kortið í hesari setuni, sum ikki er komið á mál við enn. Eg haldi tað hava týdning, at ein partur av bygdaráðnum, sum verður valt, er væl inni í summum av viðurskiftunum, samstundis sum eg haldi tað vera neyðugt, at bygdaráðið eisini er umboðað við kvinnum.
Í Vestmanna er gott at búgva, og sambært stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum eru fólk í bygdini sum heild væl nøgd. Serliga eru fólk væl nøgd við dagstovnaøkið. Sjálv eri eg forkvinna á økinum, so eg kann bara fegnast, men tó haldi eg, at fysisku karmarnir kunnu gerast munandi betri, eitt nú uttanduraøkini.
Tað fyrsta, sum kortini liggur fyri framman í komandi ári, er at gera hølisviðurskiftir til ítróttafelagið í bygdini, VÍF, sum ongantíð hevur havt umstøður til goymslu, fundarvirksemi og styrkivenjing.
Tað eru tríggjar verkætlanir, sum komandi bygdaráð ikki sleppur undan, eftir mínum tykki. Tað er umvæling av fólkaskúla, ið eg meti er alneyðug at fara undir, so skjótt projekteringin er liðug, at koma á mál við spillvatnsætlanini, sum landið hevur álagt kommununum, og at gera fleiri gravarpláss.
Onnur økir eru eisini, sum skulu haldast fram við, gerast liðug, betrast, effektiviserast og dagførast, millum annað við langtíðarætlanum.
Eg fari í øllum førum, um eg verði vald, at gera mítt ítarsta fyri fólkini og vinnuna, ið her búleikast.