Eg eiti Anja Haldansen eri gift og eigi 3 børn, eg eri námsfrøðingur og arbeiði í Vestmanna skúla.
Eg havi sitið í bygdarráðnum í 4 ár, 2 ár sum forkvinna í teknisku nevnd.
Eg brenni fyri kommunalpolitikki, tað er spennandi og avbjóðandi. Seinastu fýra árini hava vit havt nógv mál á skrá, sum eg fegin vil halda fram at arbeiða við.
Eitt nú kemur skúlaumvæling at fylla nógv, hølir til Vestmanna ítróttarfelag, uppraðfesting av tí tekniska økinum og nógv annað, sum vit hava havt á skrá.
Uppgávan hjá einum komandi bygdarráði er at tryggja øllum borgarum eitt trygt, gott og virðiligt lív, har trivnaðurin hjá øllum borgarum í kommununi er í hásæti. Øll skulu viðfarast eins og hava somu rættindi at verða hoyrd.
Samstarv, skynsom fíggjarstýring og ein jaligan hugburð, eru lyklaorð fyri at røkka so nógvum málum sum gjørligt hjá komandi bygdaráði.
Anja Haldansen
Listi A í Vestmanna