Eg eiti Ása Bech, eri 38 ár, búsitandi í Porkeri, gift við Hartvig og saman eiga vit 5 børn. Til dagligt starvist eg sum námsfrøðingur hjá Almannaverkinum.
Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið 2024, tí eg ynski at verða við til at betra um umstøðurnar í kommununi. Eg haldi, at tað hevur verið lagdur ov lítil dentur á trivnaðarøkið.
Eisini haldi eg, at tað hevur stóran týdning, at bæði kynini verða umboðað, so vit fáa eitt so fjøllbroyt bygdaráð, sum kann umboða teir ymisku borgarnir. Vit hava øll ymiskar hugsanir um, hvat burdi verið gjørt. Og pláss skal verða fyri okkum øllum.
Nøkur av mínum hjartamálum eru :
- Frítíðartilboð/ungdómshús
- Trivnaður
- Fríðkan
- Eldraøki
Eg ynski at verða við til at gera eina mun og hava eina jaliga ávirkan á tað, sum hendir í bygdini, og um eg verði vald, so fari eg at arbeiða fyri, at tey bleytu virðini eisini verða raðfest.