Um meg sjálva
Eg eri eitt av 5 valevnum á lista A hjá Húsavíkar Kommunu. Eg eri útbúgvin stjórnmálafrøðingur og havi eisini MA í løgfrøði - tað er tí ein fakliga sterkur profilur, sum bjóðar seg fram. Hetta í sjálvum sær ger meg ikki til ein góðan politikara, men tað er við at tryggja, at tær avgerðir, sum eg eri við at taka, hvíla á einum fyrisitingarliga røttum grundarlagi, hvar rættindini og virðingin fyri borgarunum altíð er fremst í huga.
Tol var ikki mín vøggugáva, men hinvegin, har eg eri, plagi eg at fáa ting at henda. Tað, ið eg, um eg verði vald, fari at arbeiða við er ma hesi viðurskifti:
· Kommunan skal gerast meiri sjónlig á snøgt sagt øllum økjum.
o Gjøgnumskygni og kunning til borgararnar skal raðfestast –
o borgarar í kommununi skulu ikki ivast í, hvørjum málum kommunan arbeiðir við
o ella hvat kommunan raðfestir
· Ungdómstilboð – tað er onki beinleiðis tilboð til ung í kommununi, og tað er sjálvsagt nakað, ið arbeiðast má við, evt í samstarvi við hinar kommunurnar
· Meginskúlin og øki inni í Dal er karmur um skúla og frítíðarvirksemi hjá øllum børnunum í kommununi. Økið er niðurslitið, og átrokandi ábøtur mugu gerast – Hetta má síggjast aftur í íløgunum hjá kommununi
· Einasta frítíðartilboð børn og ung í kommununi hava, er umvegis B71. B71 eigur tí at verða fastur partur av rakstrinum hjá kommununi
· Allir borgarar í kommununi skulu hava reint vatn. Umráðandi at finna lokalar loysnir, har tørvur og íløga stendur mát
· Allar bygdirnar skulu hava eina byggisamtykt, hvar pláss verður gjørt til útstykking, og teir eldru býlingarnir verða vardir móti óynsktari bygging.
· Vegir skulu asfalterast, og fríðkast skal um kommunalu økini
· Skapa karmar fyri trivnaði og samanhaldi í allari kommununi
Tað er við vilja, at málini ikki eru raðfest 1, 2, 3 o.s.fr – tí eg haldi at hesi eru øll líka týdningarmikil.
Kanska mest av øllum, eigur eitt nývalt kommunustýrið at kalla saman til borgarafund, at hoyra, hvat fólkið í kommununi ynskir verður sett á skrá og síðani taka tað har í frá. Hugsi øll kommunal valevnir, vilja fremja fólksins vilja.
Gott val