Demokratia búmerki
Rakul Mørk
Uttanflokkalisti
Eldraøkið

Eg eiti Rakul Mørk, eri 35 ára gomul og eg stilli upp til kommunuvalið 2024 í Hvalbiar Kommunu á Lista A.

Eg stilli upp, tí eg havi áhuga fyri politikki, og eg haldi, at tað er ein borgarlig skylda at bjóða seg fram, um ein ynskir at hava ávirkan á viðurskiftir í kommunalum samanhangi.

Míni hjartamál eru serliga tey bleytu virðini. Eg ynski, at allir borgarar skulu kenna seg virdar og tryggar í kommununi. Við góðum samspæli og jaligum lyndi millum borgarar og stýri, ber til at styrkja og menna kommununa á skynsaman hátt. Eg ynski menning og strembi fyri at gera okkara sókn til eitt stað, har fólk ynskja at búgva. Fólkatalið má upp, tí sum nú er, gongur tað bara niðureftir.

Hvussu hetta skal gerast, er ein samanhangur av ymiskum faktorum og leistum. Ein stórur faktorur er, at vit mangla bústaðir. Serliga bústaðir til eldru borgararnar, sum ikki megna at viðlíkahalda teirra sethús longur. Eisini mugu vit fáa ein nýggjan depil ella líknandi til teir borgarar, sum ikki klára seg sjálvir. Somuleiðis mugu við raðfesta at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá teimum, sum starvast innan eldraøkið.

Veruleikin er tann, at tað eru alsamt fleiri eldri borgarar í kommununum. Føðitíttleikin minkar, og tí mugu vit í felag raðfesta hesa álvarsligu støðu. Hetta ætli eg mær m.a. at arbeiða fyri við bestu sannføring og á ein skynsaman hátt.

X við Rakul Mørk valevni á Lista A í Hvalbiar Kommunu.

Vald við 0 atkvøðum
Rakul Mørk