Demokratia búmerki
Eyð Eidesgaard
Javnaðarflokkurin
Eldraøkið
Børn og ung
Familjan
Vinna
Ítrótt
Fíggjarviðurskifti
Grøn kommuna

Góðu borgarar í Tvøroyrar kommunu
Eg eiti Eyð Eidesgaard, og eg stilli upp á lista C.
Eg eri útbúgvin kemiverkfrøðingur og havi starvast á Varðanum Pelagic sum leiðari fyri góðsku, heilsu, trygd og umhvørvi síðani virkið byrjaði í 2012.
Eg stillaði upp fyrstu ferð í 2020 og havi sitið sum varafólk síðan oktober 2023. Hetta árið í býráðnum hevur givið mær innlit í býráðsarbeiðið, og tað hevur verið áhugavert at havt ávirkan á, hvat hendir í kommununi, og hvørjar raðfestingar skulu gerast. Tí segði eg ja, tá tað bleiv heitt á meg um at stilla uppaftur.
Eg ynski, at Tvøroyrar kommuna skal vera ein fíggjarliga væl rikin kommuna, har grundleggjandi uppgávur og tænastur eru í lagi, har kommunalar ognir verða viðlíkahildnar, og har kommunan velur grønar loysnir.
Eg trúgvi upp á eina kommunu, har felagsskapurin styrkir bæði núverandi og komandi ættarlið.
Míni hjartamál eru, at barnafamiljurnar hava tað gott, at okur fáa eldrabústaðir og røktarheimspláss, og at okur eru ein vinnuvinarlig kommuna
Verði eg vald inn, fari eg at arbeiða fyri eini kommunu, har børn og ung eru trygg og hava bestu møguleikar at menna seg gjøgnum ítrótt, tónleik og skapandi evni, har umsorgan og nøktandi karmar eru fyri okkara eldru borgarar, og har vinnan kann vaksa og skapa arbeiðspláss.
Eisini fari eg at raðfesta, at okur fáa gjørt eina strategi fyri kommununa, sum fyrireikar okkum til Suðuroyartunnilin.

Vald við 0 atkvøðum
Eyð Eidesgaard