Demokratia búmerki
Andrea Gilstón Danielsen
Uttanflokkalisti
Trivnaður
Umsorganarøkið

Andrea Gilstón Danielsen

Eg eiti Andrea og eri 39 ár, búðsitandi í Sumba, gift við Aron og mamma at 3 børnum.

Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og havi arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi tey seinastu 7 árini. Àðrenn hetta havi eg arbeitt á eldraøkinum sum heilsurøktari.

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Sumbiar kommunu. Eg ynski at hava eina jaliga ávirkan á arbeiðið hjá kommununi. Samstundis ynski eg at hava eina ávirkan á viðurskiftir, ið mangla ella ikki eru heilt nøktandi.  

Eg havi ikki verið í kommunupolitikki áður, men einaferð skal verða fyrstu ferð. Sum partur av einari barnafamilju í kommununi, meti eg meg at hava pulsin á ymiskt galdandi virðirskiftir. Eg havi eisini drúgvar royndir innan heilsu- og umsorgarnararbeiði.

Um eg verði vald, so er tað heilt sikkurt tey bleytu virðini, eg fari at leggja dent á, við tí fyri eyga at skapa vøkstur og trivnað. Tað skal verða gott hjá øllum, ung sum gomul at virka og liva í kommununi. 

 

Vald við 0 atkvøðum
Andrea Gilstón Danielsen