Demokratia búmerki
Gunn Dania Sundstein
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Mentan
Dagstovnaøkið
Trivnaður
Skúlamál
Frítíðartilboð

Eg eiti Gunn Dania Arnljótsdóttir Sundstein og eri búsitandi á Sandi, har eg eisini eri uppvaksin. Eg eri gift og eigi tvey børn. Eg lesi til lærara og arbeiði við síðunar av. Eg havi altíð havt áhuga í politikki og samfelagsviðurskiftum, umframt at eg, sum borgari, ynski at hava ein virknan leiklut í mínari kommunu.

Sum smábarnamamma brenni eg fyri at børn míni vaksa upp í eini kommunu, har trivnaður er í hásæti; hjá øllum. Tískil er eitt av hjartamálum mínum, at seta í verk ymisk trivnaðarátøk, m.a. við at skapa fjølbroytt frítíðar- og mentanartilboð. Samstundis sum eg ynski at raðfesta at geva dagstovni, skúla og eldraøkinum kor og karmar at virka optimalt.

Eg ynski at Sands kommuna, er eitt stað, har hvør borgari kennir seg sæddan, hoyrdan og virdan, og eg vil fegin vera ein partur av at útinna hetta.

Vald við 0 atkvøðum
Gunn Dania Sundstein