Demokratia búmerki
Teresa Silvurdal
Uttanflokkalisti
Havnalagið
Frítíðartilboð
Vatnveiting
Kloakk- og vegagerð

Eg eiti Teresa Heradóttir Silvurdal, eg eri uppvaksin í Vági, men gift til Porkeris, har eg havi búleikast seinastu 11 árini. Eg eigi trý børn, og eg lesi til heilsurøktara.

Porkeris kommuna skal vera ein kommuna fyri øll - ung sum eldri. Eg ynski at gera mun og hava ávirkan; tí havi eg valt at stilla upp til bygdaráðsvalið í Porkeris kommunu.

Eg havi altíð verið áhugað í politikki og samfelagsviðurskiftum, og tí vil eg finna skilagóðar loysnir, sum gera tað enn betri at búgva í Porkeris kommunu.

Tað eru nøkur viðurskifti, ið eg meti mugu raðfestast. Vit skulu fríðka um í bygdini, dagføra kaiøki og harafturat gera tiltrongdar dagføringar á spæliplássinum í skúlanum og í dagrøktini. Eg vil eisini virka fyri, at børn og ung fáa fleiri møguleikar at savnast í frítíðini. Eitt nú skula kloakk og vatnviðurskiftir eisini liðugt gerast.

Um eg verið vald eri eg til reiðar at arbeiða fyri allar borgarar í Porkeris kommunu, og eri eg sannførd um, at vit fáa avgreitt nógv mál við skynsomum rakstri og raðfestingum!

-       Teresa Heradóttir Silvurdal

Valevni fyri lista A

Vald við 0 atkvøðum
Teresa Silvurdal