Eg eiti Sunniva í Stovuni, eri 36 ára gomul, gift og eigi 3 børn. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist innan almannaverkið.
Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið í Skálavíkar kommunu, tí mær dámar væl at hava ávirkan og royna at gera mun, har eg eri.
Verði eg so mikið heppin at vera vald inn í kommununa tann 12. novembur, fara míni mál komandi árini at vera at skapa fjølbroyttar bústaðarmøgulleikar, so at fleiri fólk hava møguleika at búsetast í okkara vøkru bygd. Tey skulu sjálvsagt trívast, tískil er eisini neyðugt at vit aftur fáa barnagarð við tilhoyrandi frítíðarskúla til bygdina.
Eg vil eisini gera mítt til, at vakstrarhúsið fær allarbestu møguleikar og útgerð, so at bygdafólkið aftur hevur hendan framúr møgulleikan at savnast til hugna og prát, samstundis sum dyrkað verður 1.floks grønmeti.
Samstundis vil eg vera við at virka fyri, at vinnulívið fær góðar møgulleikar í bygdini og av tí eisini skapar neyðug arbeiðspláss.
Eisini ætli eg mær áhaldandi at arbeiða saman við hinum kommununum í oynni fyri at betra um felagsøkið hjá okkum inni í Dal. Bæði meginskúlin og ítróttarøkið rundanum, troyngja til ábøtur og endurnýggjan. Her eru nógv av okkara børnum sum dagliga læra, leika og íðka, og sjálvsagt skulu tey hava bestu fortreytir fyri tí.