Demokratia búmerki
Eyð Ellingsgaard
Borgaralistin
Mentan
Vinna
Trivnaður
Ferðsla
Kloakk- og vegagerð

Uppstillað í Sørvágs kommunu

 

Góðu borgarar!

Nú er kommunuval fyri framman, og eg havi verið so heppin at sleppa at tæna tykkum sum borgarstjóri tey seinastu 4 árini.

Hesi árini hava verið bæði spennandi og lærurík, og vit hava saman framt nógv týðandi mál.

Eg eri klár at halda fram við hesum arbeiðinum og skapa enn betri umstøður fyri øll í okkara kommunu.

Men fyri at tað skal eydnast, havi eg brúk fyri tykkara stuðli!

Latið okkum standa saman og skapa eina sterkari og meira livandi kommunu, har øll trívast og møguleikanir vaksa.

Eg vil framhaldandi arbeiða fyri at betra trivnaðin millum ung og eldri. Styrkja vinnu- og ferðavinnumøguleikar og arbeiða við møguleikum fyri at seta í gongd íbúðarbygging. Skúlavegurin skal gerast ein tryggari farleið, og framhald skal vera av kloakk- og vegagerð. Sjósavnið væntast at verða liðugt síðst í 2025, og har er tað mítt ynski, at bátahylurin skal stuðla upp undir mentan og trivnað í bygdini.

Vald við 0 atkvøðum
Eyð Ellingsgaard