Eg eiti Ingibjørg Egholm og eri valevni á Lista B, Kvinnulistanum í Sunda kommunu.
Eg búgvi í Hvalvík, eg eri gift og eigi 3 børn. Eg eri útbúgvin djóralækni og arbeiði sum fiskadjóralækni.
Á Kvinnulistanum ynskja vit at føra ein skynsaman kommunupolitikk, við breiðum samstarvi, sum er fyri eina samlaða kommunu.
Kommunustýrið skal arbeiða fyri borgararnar virðiliga og sakliga.
Avgerðir kommunustýrisins skulu vera gjøgnumskygdar og hava sum meginendamál, at býta tilfeingi og møguleikar javnt millum borgararnar og ikki bara til nøkur ávís fá.
Øll kommunal fyrisiting skal vera í samsvari við galdandi lóggávu og skal fremjast við opinleika og borgarana besta fyri eyga.
Kvinnulistin hevur eina valskrá, og í henni stendur millum annað, at vit fara at arbeiða fyri:
- Viðlíkahaldi av vegum og ognum í kommununi
- At fáa góðkendar vatn- og spillvatnsveitingar til allar borgarar
- At tað skal verða trygt at ganga á og búgva framvið vegunum í kommununi