Demokratia búmerki
Jastrid á Dalbø
Uttanflokkalisti
Trivnaður

Jastrid á Dalbø 52 ár, lærari og kvøldskúlaleiðari.

Gift Sofusi Gregersen úr Gøtu og vit eiga 5 børn.

Gleðist um at vera fuglfirðingur, elski at búgva og virka her. Eri fuglfirðingur við stórum F. Eri virkin bæði á mentanarøkinum, andslívinum og á ítróttarøkinum. Eri arbeiðssom og orkurík. Havi stóran áhuga fyri borgaranum og trivnaðinum í kommununi.

At hava ávirkan og møguleika at gera mun í nærumhvørvinum og at vera við til at menna og flyta kommununa fram á leið við langtíðarætlanir fyri kommununa, er ein av orsøkunum, at eg stilli upp. Ynski trivnað fyri allar borgarar í kommununi. Umráðandi at borgarnir kenna seg hoyrdar og virdar. At fríðkan og viðlíkahald verður raðfest. Haldi at samstarv í breiðastu merking er vegurin fram. Kommunala økið fevnir breitt og er sera fjølbroytt, tískil eisini spennandi.

Vald við 0 atkvøðum
Jastrid á Dalbø